Umskiftisviðgerð verður nýtt til at broyta kynsliga samleikan og sannføringina hjá fólki.
- Heimildir fara at verða tiknar í brúk fyri at taka rasu og etniskar skeivleikar upp og at banna umskiftisviðgerð, segði bretska drotningin 11. mai í sínari árligu røðu til The House of Lords.
Røðan er skrivað av bretsku stjórnini fyri at kunngera teirra ætlanir.
Eftir at drotningin hevđi kunngjørt sítt, varð ein landsumfevnandi spurnakanning gjørd, sum spurdi meira enn 108.000 LGBTQ fólk í Bretlandi. 2 prosent av luttakarunum søgdu, at tey høvdu luttikið í umskiftisviðgerð, og 5 prosent søgdu, at tey høvdu fingið bjóðað umskiftisviðgerð.
Í 2018 kunngjørdi stjórnin hjá fyrrverandi forsætisráðharranum Theresa May eina 75 stigaætlan, sum fevndi um eina áseting til at banna umskiftisviðgerð. Men ætlanin steðgaði upp í meira enn tvey ár.
Boris Johnson, sitandi forsætisráðharrin í Bretlandi, hevur eisini sagt sína hugsan um umskiftisviðgerð.
- Nýtslan av umskiftisviðgerð hevur einki pláss í einum siviliseraðum samfelagi, segði Boris Johnson í juli í fjør.
Johnson hevur enn ikki tikið neyðugu stigini til at banna umskiftisviðgerð undir sínari setu. Men tá hann var borgarstjóri í London, vísti hann vilja og bannaði at lýsa við umskiftisviðgerð.
Tað sær heldur ikki út til, at ætlanin hjá sitandi stjórnini verður stríðsleys. Man væntar nevniliga, at lóggávan fer at møta mótgongd. Fleiri spurningar eru reistir, millum annað spurningar um átrúnaðarfrælsi.
The Evangelical Alliance, ein kristiligur bólkur, sum umboðar 3500 kirkjur í Englandi, hevur skrivað til Johnson, at tey óttast fyri, at bannið kann skerja átrúnaðarfrælsið.
Hetta verður tikið til eftirtektar. Liz Truss, málaráðharri fyri kvinnur og javnrættindi, hevur tí kunngjørt, at tey millum annað mugu kanna, hvussu tey verja átrúnaðarfrælsið, áðrenn bannið verður lagt fram fyri parlamentið.