Dronur til at leita eftir líkunum
Russiskir myndugleikar hava nú givið heimild til at brúka dronur í leitingini eftir líkum frá flogvanlukkuni í gjár
Elisa Vang
12. februar 2018 kl. 13:13
Í alt 71 fólk doyðu í vanlukkuni, 65 ferðafólk og seks starvsfólk. Í nátt hava fleiri hundrað bjargingarfólk og tilbúgvingarfólk tráleitað eftir líkum frá flogvanlukkuni, sum hendi í einum øki í ein landssynning úr Moskva.
Russiskir myndugleikar hava nú almannakunngjørt videoupptøkur frá vanlukkuøkinum, sum liggur tætt við býin Argunovo. Í upptøkunum sæst bjargingarliðið, sum leita eftir sporum frá vanlukkuni.
Vladimir Puchkov, russiskur kreppuráðharri, vónar, at arbeiðið verður liðugt áðrenn ein vika er farin.
Enn er óvist, hvør orsøkin til flogvanlukkuna var, men bjargingarfólk hava tó funnið tann eina svarta kassan, og hann er eftir øllum at døma í góðum standi og klárur til at verða kannaður.
Sambært myndugleikunum er talan um menniskjasligt mistak, tøkniligan feil ella ein feil, ið varð íkomin vegna veður.