Dronuálop í Kyiv

Ukrainskir myndugleikar vilja vera við, at Russland hevur framt "kamikazeálop" við dronum í Kiyv í morgun

Nógvir bygningar í Kyiv fingu stóran skaða í álopunum í farnu viku. Mynd: EPA
Steinar Patursson
17. oktober 2022 kl. 09:51

Í minsta lagi fýra brestir hava verið í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv í morgun, og sambært einum ráðgeva hjá forsetanum, er talan um álop frá ”kamikaze dronum”.

Hetta sigur BBC í morgun.

Vitalii Klitschko, borgarstjóri í Kyiv, vil vera við, at íbúðarbygningar í Schevchevkivskiy býarpartinum eru raktir.

Fyri einari viku síðani framdi Russland nógv rakettálop á fleiri býir í Ukraina, teirra millum Kyiv, ið kostaði 19 fólkum lívið.

Tað er kortini ikki greitt, um nakar hevur latið lív í álopunum hesaferð.

Sambært BBC royndi verjan í Kiyv at skjóta dronurnar niður við loftverjuvápnum, og sjónbond á sosialum miðlum tykjast at vísa, at tað eydnaðist at skjóta eina dronu niður.

Umframt álopini á Kiyv eru í morgun eisini framd álop á havnabýin Mykolaiv, og sambært borgarstjóranum har settu álopini eld á fýra stórar tangar av sólblómuolju.