Myndir av 67 palestinskum og tveimum ísraelskum børnum, ið lótu lív undir ellivu daga langa krígnum millum Ísrael og Hamas, vóru á forsíðuni á ísraelska blaðnum Haaretz í gjár.
“Hetta eru avleiðingarnar av kríggi”, ljóðar yvirskriftin omanfyri myndina við teimum dripnu børnunum. Tað yngsta var bert seks mánaðir gamalt.
Haaretz hevur almannakunngjørt myndina í samstarvi við New York Times, sum eisini hevur almannakunngjørt myndina av børnunum við yvirskriftini: “Tey vóru bara børn”.
Tilsamans 253 palestinar lótu, sambært ST-hákommiserinum fyri mannarættindum, lív í stríðnum millum Hamas og Ísrael, ið vardi í ellivu dagar, áðrenn vápnahvíld kom í gildi seinasta vikuskiftið.
Á ísraelskari síðu vórðu 13 fólk dripin, millum annað ein fimm ára gomul genta og ein 16 ára gomul palestinsk genta við ísraelskum ríkisborgararætti.
Hamas og aðrir palestinskir felagsskapir verða ákærd fyri tilvildarlig álop móti sivilum øki í Ísrael.
Sálarløst av kríggi
Bretski miðilin BBC almannakunngjørdi longu tann 19. mai myndir av fleiri av børnunum, sum hava latið lív í stríðnum. Tað sama gjørdi felagsskapurin, Flóttahjálpin.
Ellivu av børnunum vóru, áðrenn tey lótu lív, við í verkætlanini hjá Flóttahjálpini fyri børn við sálarløsti av kríggi á Gasa-geiranum.
– Nú eru tey ikki her meira, dripin eins og familju teirra, og jarðaði saman við dreymunum og marrudreymunum, ið plágaði tey. Vit biðja Ísrael um at halda uppat við hesum ørskapinum, sigur aðalskrivarin fyri norsku Flóttahjálpina, Jan Egelund, við Journalisten.no.
– Børn mugu verjast, teirra heim eiga ikki at vera bumbumál, skúlar eiga ikki at vera bumbumál. Eira hesi børn og familju teirra, skrivar hann í einari yvirlýsing.
Kann vera krígsbrotsverk
ST-hákommiserurin fyri mannarættindi, Michelle Bachelet, sóknaðist í gjár prógv frá Ísrael fyri, at íbúðablokkar, sum vórðu bumbað í sor, vóru tilhaldsstøð hjá militantum bólkum.
– Um tað vísir seg, at álopini hava verið tilvildarlig og rakt sivil, so kann talan vera um krígsbrotsverk, segði hon í ST- mannarættindaráðnum í vikuni.