Drigin í rættin eftir gjøldum - tey IKKI skulu gjalda

Nú skal landsstýriskvinnan út við eini forkláring

Áki Bertholdsen
29. august 2024 kl. 13:58

Hvussu ber tað til, at útisiglarar framvegis verða kravdir eftir at rinda heilsutrygdargjald - hóast tað er avgjørt í rættarskipanini, at teir ikki skulu gjalda?

Tað vil Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, nú hava eina forkláring upp á. Og tí hevur hann nú spurt Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, hvussu hetta hongur saman. Og tað skal hon nú greiða alment frá um nakrar dagar.

Rættarskipanin hevur staðfest, at útsiglarar, sum rinda til eina sosiala skipan í einum øðrum landi, sum er við í Nordisk Konvention om Social Sikring, skulu ikki eisini rinda til Heilsutrygd í Føroyum

Kortini hevur Heilsutrygd kravt teir eftir gjaldi í fleiri ár. Men nú tað hevur víst seg at vera ólógligt, verður arbeitt við at gera eina skipan, so at teir kunnu fáa gjaldið aftur.

Men Jacob Vestergaard vísir á, at kortini verða útisiglarar framvegis kravdir eftir eftirstøðu til Heilsutrygd, ella »ikki goldið« heilsutrygdargjald, sum tað eitur
– Hetta hevur við sær, at fleiri útisiglarar skulu møta í rættinum - hóast gjaldið er kravt inn av órøttum, sigur Jacpb Vestergaard. 

Hann sigur, at fleiri av teimum umhugsa tí at krevja endurgjald fyri mista arbeiðstíð fyri tíðina, teir skulu brúka fyri at møta í rættinum.

Løgtingsmaðurin sigur, at tvørtur ímóti hevði tað rætta verið, at landskassin rindaði útsiglarum tað aftur, teir hava goldið ólógliga. 

– Tað er framvegis ikki gjørt, og tískil fær landskassin eyka rentuútreiðslur hvønn dag, sigur Jacob Vestergaard.
Tí vil hann eisini hava at vita, hvussu nógvar eyka útreiðslur landskassin hevur fingið av tí sama.

Hann vil eisini hava at vita, hví inngjaldið, sum er kravt ólógliga, ikki bara verður endurgoldið beinanvegin.

Hetta er eitt mál, sum hevur verið reist fleiri ferðir í Løgtinginum. Og herfyri segði Margit Stórá, at arbeitt verður við málinum, so at teir útsiglarar, sum hava goldið til Heilsutrygd av órøttum, fáa pengarnar aftur.

Hon hevur sagt, at ein arbeiðsbólkur er farin undir arbeiðið at broyta lógina um Heilsutrygd soleiðis, at heimild fæst til at rinda gjaldið teimum, sum hava goldið av órøttum, peningin aftur.

Margit Stórá sigur, at ætlanin er at leggja uppskot um hetta fyri Løgtingið í hesi tingsetuni, sum annars endar á ólavsøki næsta ár.

Annars sigur landsstýriskvinnan, at uppskot um rinda teimum pengarnar aftur varð lagt fyri Løgtingið longu í 2017. Men málið fall burtur, tí Løgtingið fekk ikki avgreitt tað áðrenn tingsetan endaði - og so varð málið lagt fyri rættin.