Dreymurin hjá Adriani er nú veruleiki

25 ára gamli Adrian Justinussen hevur í dag undirskrivað sáttmála við Hillerød Elite, sum hann fer at umboða tvey tey næstu árini

Mynd: Hillerød Elite
Jóannes Hansen
19. januar 2024 kl. 13:56

Tíðarskeiðið hjá Adriani Justinussen í HB og føroyskum fótbólti er av – í hvussu so er á hesum sinni.

Hillerød Elite boðar í dag frá, at felagið hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Adrian Justinussen.

Hillerød Elite er í vetrarsteðginum á áttanda plássi í næstbestu donsku deildini. Næsti landskappingardysturin verður fríggjadagin 23. februar á útivølli ímóti Vendsyssel FF.

Felagið sigur seg fegnast um avtaluna við Adrian Justinussen, sum í HB hevur skorað 100 mál og lagt upp til 44 mál fyri HB í landskappingini, steypakappingini og europeisku kappingunum.

Sagt verður, at Adrian hevur vant við í Hillerød í nakrar vikur, og í venjingardysti ímóti Avarta skoraði hann fyrsta málið fyri nýggja felagið.

Stjórin í Hillerød Elite Jackie Rasmussen sigur við heimasíðuna hjá felagnum, at hann fegnast um nýggja føroyska spælaran:

-Eg rokni við, at hann verður góður styrkur. Høgra beinið er imponerandi, og vit síggja við spenningi fram ímóti, at hann fer at vísa síni evni í NordicVet Liguni, sum er næstbesta danska deildin.

Tað hevur leingi verið dreymurin hjá Adrian at sleppa av landinum at royna fótbóltsevnini, og stjórin í Hillerød Elite sigur seg halda, at tað er møguleiki at selja Adrian víðari til okkurt størri felag:

-Um Adrian røkkur støðinum, sum vit vita býr í honum, so fer tað at vekja ans í øðrum størri feløgum, men í fyrstu atløgu fegnast við um, at hann nú er okkara, sigur Jackie Rasmussen.

Sambært faroesoccer hevur Adrian Justinussen 202 dystir í bestu landskappingini og skorað 84 mál. Í kappingini um løgmanssteypið hevur hann spælt 31 dystir og skorað 8 mál. Hann hevur spælt tveir stórsteypadystir og skorað eitt mál, og í europeisku kappingunum hevur Adrian spælt 15 dystir og skorað eitt mál. Higartil hevur Adrian spælt ein landsdyst, og á U21 landsliðnum var hann fimm ferðir.

Adrian vaks upp í Gøtu og Víkingi, men í bestu deildini hevur hann bara umboðað HB, har hann spældi fyrstu ferð í bestu deildini 24. august í 2014, tá ið HB á heimavølli vann 3-0 ímóti B68, og Adrian eitt korter undan leikloki avloysti Poul Ingason.