Dreymar við Havið kappast á altjóða filmsstevnu í Reykjavík

Filmurin hjá Sakaris Stórá er boðin við til Reykjavík International Film Festival

Innsent
21. september 2017 kl. 08:48

Spælifilmurin eftir Sakarisi Stórá “Dreymar við havið” er boðin við í høvuðskappingina New Visions á Reykjavik International Film Festival saman við 13 filmum úr øllum heiminum. Filmstevnan verður 28 sept til 8  okt. 

Tað var í Reykjavík, at Sakaris Stórá fekk sítt fyrsta herðaklapp, tá hann í 2010 fekk talentprísin fyri fyrsta stuttfilm Passasjeren.

Dreymar við havið er ein inniligur ungdómsfilmur um vinarlag og leitanina eftir samleika. Hetta er fyrsti spælifilmurin eftir Sakaris Stórá, ið áður hevur gjørt virðisløntu stuttfilmarnar Passasjeren, Summarnátt og Vetrarmorgun.

Juliett Nattestad og Helena Heðinsdóttir hava høvuðsleiklutirnar í filminum, Marjun Syderbø Kjelnæs skrivaði leikritið, og filmurin er framleiddur av føroyska Fish&Film saman við danska Adomeit film.

Filmurin hevur fingið sera góð ummælið herheima, og er væl vitjaður í biografinum. Filmurin gongur í Havnar Bio, og eisini ber at bíleggja sersýningar fyrra- og seinnapartar.