Tað frøir okkum at endiliga kunngera, at “Dreymar við havið” eftir Sakaris Stórá luttekur í høvuðskappingini á filmsstevnuni ALICE NELLA CITTÀ (Alice in the City) 26. oktobur – 5. novembur í ár.
Hetta er onnur filmsstevnan sum Dreymar við havið luttekur á, og eisini í Rom kappast Dreymar við havið móti filmum úr øllum heiminum, við altjóða viðurkendum leikarum og leikstjórum.
Alice Nella Città er sjálvstøðugur partur av altjóða filmsstevnuni í Rom, og leggur høvuðsdent á filmar til ung.
Dreymar við havið gongur í Havnar Bio komandi viku aftrat.
Les meir um filmsstevnuna her
Fylg við tíðindum um filmin her
Myndin er av Juliett Nattestad í leiklutinum sum Ester, og er eitt framegrab úr filminum. Fotografur er Virginie Surdej.