Dreymar við Havið danska frumsýning

Dreymar við havið eftir Sakaris Stórá fær nú danska biograf frumsýning í Empire Bio í Keypmannahavn. Sýningin verður...

Innsent
25. februar 2018 kl. 19:21

 

Dreymar við havið eftir Sakaris Stórá fær nú danska biograf frumsýning í Empire Bio í Keypmannahavn. Sýningin verður týskvøldið 27. februar kl. 20:00, og høvi verður at hitta leikstjóran og danska filmsliðið. Enn eru atgongumerki eftir til frumsýningina og tey kunnu keypast her á heimasíðuni hjá Empire Bio: http://bit.ly/2EHmDXr

Filmurin verður eisini sýndur á ”Nordatlantiske Filmdage” á Norðuratlandsbryggjuni 4. marts. Fyrra sýningin er longu útseld, men atgongumerki kunnu keypast til eykasýningina her:
http://goo.gl/XXDNEN

Fleiri altjóða filmsstevnur eru á skránni komandi mánaðirnar, og verður filmurin sýndir í Malmø, Kristiansand, Minsk, Moskva, Bonn og Zlín.

Dreymar við havið er framleiddur av Ingun í Skrivarastovu, Katju Adomeit og Jón Hammer fyri Fish& Film í Føroyum og Adomeit Film i Danmark, í samstarv við Kameraudlejningen ApS, Mainstream ApS, Klippegangen ApS og Studio B v/ Mick Raaschou. Filmurin er stuðlaður av Mentamálaráðnum, Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs, Mentanargrunni Landsins, Filmworkshop/Copenhagen og Danmarks Radio v/Filmklubben. Filmurin er eisini stuðlaður av af Dansk-Færøsk Kulturfond, Sands Kommunu, Skopunar Kommunu, Skálavíkar Kommunu, Marine Harvest, P/F Njord, P/F Poul
Michelsen, KT Húsinum, Bil Mini Taxa, Atlantic Airways, Okkara, Føroya Keypssamtøku, Hotel Føroyum, Klippfisk og Vinnuframa.

Dreams by the Sea varð tikin upp í Føroyum.

©2017 Sp/F Fish & Film og Adomeit Film ApS

 

Dreymar við havið eftir Sakaris Stórá

Donsk frumsýning:

Týsdagin 27. februar 2018 í Empire Bio í

Keypmannahavn