Føroyski filmurin eftir Sakaris Stórá skal luttaka á størstu filmsstevnuni í Skandinavia, Göteborg Film Festival, í bólkinum Nordic Lights. Filmsstevnan, sum byrjaði í 1979, sýnir í dag umleið 450 filmar frá 80 ymiskum londum, yvir 10 dagar síðst í januar og fyrst í februar. Filmsstevnan hevur hvørt ár yvir 160.000 vitjandi og er av týdningarmestu filmssølumarknaðum á okkara leiðum. Høvuðsvinningurin á eina millión svenskar krónur er størsta filmsvirðislønin í heiminum.
Hetta verður onnur filmsstevnan sum “Dreymar við havið” luttekur á í 2018. Fyrst á skránni er Tromsø International Film Festival um hálvan januar. Filmurin var á trimum filmsstevnum í 2017, eftir at hava gingið fyri fullum salum í Havnar Bio.
Vit fegnast um góðu móttøkuna filmurin hevur fingið bæði í Føroyum og uttanlands, og gleða okkum til fleiri sýningar í 2018.
Til ber at fylgja við og lesa meira um filmin á facebook síðuni https://www.facebook.com/dreamsbytheseafilm/