Dreingjalótir fóru eitt sindur yvir gevind

Ein maður hevur meldað herverk á Argjum

Áki Bertholdsen
9. oktober 2024 kl. 08:51

Í gjár ringdi ein maður á Argjum til løgregluna at melda herverk. Óvitar høvdu verið og gjørt fortreð, men tað var farið yvir gevind, tí teir høvdu sparkað so hart á úthurðina at karmurin var brotnaður.

Løgreglan sigur, at tey hava eina hóming av, hvør tað er, sum hevur verið og gjørt fortreð og tað kannað tey.

Løgreglan heldur, at eitt er at gera fortreð, men tá ið tað gongur so harðliga fyri seg, at skaði hendur, er tað farið yvir gevind, so tey kanna málið.

Ein maður hevur eisini verið hjá løgregluni og melda harðskap, sum skal vera hendur um vikuskiftið. Hann skal hava verið sparkaður har mannfólk fáa øgiliga ilt. Hetta var á einum skeinkistaði í Havn - men hann veit hvør tað var, sum sparkaði og løgreglan sigur, at tað málið verður eisini kannað.