Dráttur basti grannunum í SÍ
Bónusfinalan gentur U14: Dráttur-SÍ 2-1 (22-25, 25-15, 15-13)
Flogbóltssamband Føroya
24. februar 2024 kl. 15:11
U14 genturnar hjá Drátti vunnu gull í finaluni í Bónuskappingini.
Talan var um spennandi dyst og hartil ein sera væl leiktan dyst í einum árgangi, sum føroyskur flogbóltur kann vænta sær nógv av. Ongin ivi er um, at nakrar av gentunum, sum leiktu dystin í dag, um ikki alt ov langa tíð, verða at síggja á føroysku U19 og A-landsliðunum. Onkrar teirra hava longu havt ávísa luttøku á U17 landsliðnum fyri gentur.
Javnbrótari mátti til, áðrenn Dráttur fór avstað við gullinum.
Besti leikari í dystinum var Marjun á Mýrini.