Drápið gekk sera væl - einir 130 springarar hildnir til
Seðlarnir koma út einaferð seinnapartin, ella í kvøldt
Áki Bertholdsen
7. september 2024 kl. 12:48
Bólkurin av springarum, sum varð sæddur eystan fyri Eystnes í morgun, er nú hildin til á Skálafjørðinum.
Jacob Vestergaard, sýslumaður, sigur, at drápið gekk upp á stás, tí tað var bara ein lítil løta av fáa lívið av teimum.
Mett verður, at talan er um eina 130 springarar. Teir verða nú merktir og teir verða býttir í drápspartar, sigur sýslumaðurin.
Tey í hvala-mótstøðufylkingini, Sea Shepherd, vóru skjótt at boða frá, at tey fóru at vera til staðar.
Tað vóru tey eisini, men alt øki varð lýst sum grindaøki og sýslumaðurin sigur, at tey gjørdu ongan háva burtur úr, uttan at tey tóku myndir, eftir at drpið var liðugt, so tað stóðst eingin trupulleiki av tí.