Nógv dramatiskt kann verða sagt og skrivað um føroyskar fjølmiðlar - ikki minst á sonevndu sosialu miðlunum. Eftir stórar sparingar í fjørheyst stóð Kringvarp Føroya (KVF) aftur fyri skotum. Og nú er orðaskiftið endað í løgtinginum. Hetta hendir um somu tíð, sum danir og onnur av øllum alvi royna at finna nýggjar loysnir til at bjarga síni egnu films- og sjónvarpsvinnu úti í heimi vegna stórar rembingar sum vitlíki, ið eru í ferð við at broyta alt.
Sum miðlafrøðingur og vinnurekandi innan sama fak royni eg at fylgja væl við, men onkutíð er ringt at síggja framgongd í politiska og almenna kjakinum.
Sum eitt ískoyti til aðalorðaskiftið um public service sáttmálan millum KVF og Almanna- og mentamálaráðið í løgtinginum 27. februar havi eg tí hug at koma inn á eitt øki, sum ofta tykist at detta niðurfyri.
Eins og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, nevndi í framløgu á tingsins røðarapalli 22. februar, so veitir orðaskiftið um public service sáttmálan og innihaldið í hesum eitt høvi at fara í dýpdina við tí, sum public service stendur fyri, og eisini at umrøða, hvønn týdning tað hevur fyri okkum føroyingar og samfelagið sum heild. Lógarásettu skyldurnar hjá KVF í hesum sambandi eru sum vera man víðfevndar - og ein stór uppgáva. Tað er ongin ivi um, at tað er torført at megna alt í senn.
Tí seti eg eisini bert sjóneykuna á eitt øki her, sum eftir mínum tykki eigur at raðfestast munandi hægri komandi árini - bæði innan politisku skipanina og KVF - og talan er um fylgjandi reglubrot í public service sáttmálanum:
“Kringvarp Føroya skal virka fyri at menna og senda útvarps- og sjónvarpsdramatikk. Stovnurin skal eisini stuðla uppundir, at fólk verða eggjað til at skriva dramatikk til útvarp og sjónvarp. Kringvarp Føroya mennir samstarvið við filmsumhvørvið og aðrar avvarðandi partar um framleiðslu av sjónvarpsdramatikki.”
Hetta er fyri so vítt óført. Men er hetta nokk? Hvat merkir hetta í praksis?
Tað er grundleggjandi tørvur á meira drama - men hetta krevur í praksis, at vit stovna eina dramadeild í KVF, ið burturav fæst við føroyska fiktiónsframleiðslu til bæði sjónvarp og útvarp.
Her viðgeri eg so fyrst og fremst sjónvarpsframleiðslu sum dømi.
Í ár eru 40 ár liðin, síðani almenna Sjónvarp Føroya varð tendrað á fyrsta sinni. Tað er ongin ivi um, at tað hevur verið ein ótrúliga týðandi miðil, sum eisini hevur verið við til at broyta og menna tað føroyska samfelagið. Eftir 40 ár við føroyskum sjónvarpi er tí eisini torført at skilja, at ein dramadeild enn ikki er sett á stovn. Ítøkiliga krevur tað ikki meir enn ein persón ella eitt ársverk at byrja við til at seta slíkt arbeiði í gongd. So hví hendir onki?
Sum so ofta snúgva grundgevingarnar seg um pengar. Ella rættari um tørvin á fleiri pengum. Men eftir 40 ár er tað heldur ikki nóg góð frágreiðing. Tað snýr seg um raðfesting og ein vilja til at hugsa øðrvísi.
Alt er tó heldur ikki so svart/hvítt. Stór framstig eru tikin av einum lovandi ættarliði av kreativum innan spírandi føroysku filmsvinnuna seinastu árini. Í ár eru 10 ár liðin, síðani Føroysk Filmsfólk savnaðu seg í eitt felag, og 5 ár eru liðin, síðani Filmshúsið varð stovnað. Vit eru í eini heilt øðrvísi støðu nú enn áður. Spírurnar spretta av sonnum. Spurningurin er tó enn, hví almenna KVF ikki spælir ein størri leiklut í hesi menning frá einum samfelagsligum sjónarmiði.
At KVF er ein almennur stovnur eigur ikki at forða fyri størri framskygni og vinnuligum samstarvi á hesum øki, um tað er onnur grundgeving fyri, at drama ikki hevur verið ella verður raðfest í størri mun. Innan altjóða films- og sjónvarpsvinnuna er tað bert eitt góðskustempul og ein trygd fyri íleggjarar, at ein almenn sendistøð er við í eini verkætlan. Onkutíð er tað beinleiðis ein treyt.
Films- og sjónvarpsvinnan í Norðurlondum og Evropa er tætt tengd at almennum stuðli, Føroyar eru ikki eindømi í tí høpi, og tað eru jú fleiri vinnur, ið fáa almennan stuðul. Hetta snýr seg samstundis ikki um, at KVF nú eisini skal bera tí føroysku filmsvinnuna - men um raðfesting í viðkomandi samstarvi. Tað er partur av verandi public service skylduni hjá almennu sendistøð okkara. Og tað er ongin ivi um, at føroyingar gjarna vilja síggja meir av føroyskum drama, eins og útlendingar nú sýna okkum stóran áhuga.
Skemtað verður ofta við, at føroyingar eru 30 ár aftanfyri í mun til øll onnur. Kanska er nakað um tað.
Í ár eru júst 30 ár liðin, síðani danir veruliga settu ferð á sína egnu sjónvarpsframleiðslu við sendirøðini Riget (1994) hjá Lars von Trier á DR, ið eisini fall saman við sonevnda dogmurákið innan donsku filmsvinnuna um sama mundið, sum gjørdi hol í sjógvin um allan heim. Minni enn eitt áratíggju seinni vunnu danir sína fyrstu altjóða Emmy virðisløn, sum er millum heimsins størstu sjónvarpsvirðislønir.
Hetta hendi eftir eina væleydnaða hugburðsbroyting og umlegging av egnum framleiðslum, sum eisini skapti eina nýggja fatan av, hvat egin dramatikkur er og kann. Meir enn 20 ár eru nú eisini liðin, síðani DR setti orð á 15 sonevndar dogmur ella lærusetningar sum vegleiðing fyri sína drama/fiktiónsframleiðslu.
Vit kunnu taka tveir av hesum lærusetningum fram sum dømi. Dogma 1 sigur, at eitt álitisfólk skal standa fyri hvørjari verkætlan - t.e. ofta ein høvuðshøvundur - ið samstundis tryggjar kreativu hugsjónina handan hvørja verkætlan (sum vera man í tøttum samstarvi við onnur, ikki minst framleiðara). Hvør verkætlan skal sostatt hava eina ávísa og greiða hugsjón. Dogma 2 ger um somu tíð greitt, at vegna public service skyldu DRs er ikki nokk, at ein leggur dent á ‘tí góðu søguna’ - søgurnar skulu eisini hava siðfrøðiligan (etiskan) og samfelagsligan (sosialan) týdning, so talan altíð er um eina sonevnda ‘dupulta søgu.’ T.e. ikki bert undirhald, men eisini innihald.
Eitt viðkomandi dømi um eina sendirøð, ið fylgir hesum dogmum, er Borgen (2010) hjá Adam Price, sum í stóran mun snýr seg um at kunna hyggjaran um nútímans fólkaræði - røðin verður ofta nevnd sum ein av bestu sendirøðum, ið nakrantíð eru framleiddar. Hesar dogmur eru tó um somu tíð bara ein vegleiðing, og í Føroyum kunnu vit orða okkara egnu, ið mega hóska seg betur til okkara umstøður.
Høvuðsendamálið við eini almennari føroyskari sendistøð eigur jú at vera at framleiða føroyskt tilfar - av føroyingum, um føroyingar, til føroyingar. Føroyskt drama er í hesum høpi eisini ein týðandi partur av sonevndu ‘fólkaræðisligu samrøðuni,’ ið KVF sum almennur stovnur skal borga fyri og tryggja, sambært kringvarpslógini.
Um somu tíð haldi eg, at vit í dag eiga at hugsa eitt sindur størri. Alt gott um at prístalsjavna kringvarpsgjaldið og at bøta um fíggjarliga grundarlagið. Um KVF veruliga skal avrika sín leiklut sum mentanarberi, krevst eisini ein hugburðsbroyting.
Tíðin er búgvin at raðfesta føroyskt drama innan almenna føroyska sjónvarpið og útvarpið í nógv størri mun komandi árini - drama, sum viðger okkara søgu, samtíð og framtíð, og sum endurspeglar samfelagið vit liva í og okkum sum tjóð - hvørt tað so snýr seg um styrkir ella veikleikar. Drama, sum hevur samfelagsligan týdning. Hetta er ómetaliga týðandi fyri mentanararv okkara og ikki minst at bróta tí tagnarmentan, sum tíverri enn ofta ger seg galdandi í Føroyum.
At tað er ein góð íløga, er prógvað av eitt nú dønum, sum við rættari raðfesting hava vunnið seg fram um allan heim seinastu áratíggjuni við hesi lutfalsliga einføldu hugsjón - at framleiða gott egið drama so bíliga, sum til ber - og sum eisini hevur ført til stórar inntøkur. Tað eru ikki bara útreiðslur, ið vit tosa um her. Sjónvarp er ein risastór vinna úti í heimi.
Gott føroyskt drama, sum kann seljast til eina fjølbroytta áskoðarafjøld runt um allan heim - eins og gagnnýta í nógv størri mun tey óteljandi talentini vit eiga innan alskyns lista- og vinnugreinir í Føroyum - eigur at roknast sum ein varandi íløga, sum eisini kann gerast ein munandi inntøka fyri KVF og føroyska samfelagið sum heild. Tað krevur bert vilja, og at vit tora at trúgva á egin evni.
Ein slík dramadeild, ið setur fokus á at framleiða egna føroyska fiktión, hevði ikki einans verið við til at givið KVF ein størri leiklut í spírandi føroysku filmsvinnuni sum ein viðkomandi samstarvsfelagi, men hevði eisini verið við til at gjørt KVF til eitt sølumerki í sær sjálvum úti í heimi - við sermerktum føroyskum framleiðslum, ið ongin annar ger, og sum júst tí hava søluvirði.
Veruleikin er, at støðið á føroyskum drama er enn ov lágt. Tað krevur stuðul til at mennast, so tað kemur upp á eitt av sonnum altjóða støði, og KVF kann spæla ein týðandi leiklut í hesum.
Tíðin er komin at leggja eina langtíðarætlan fyri næstu fýra áratíggjuni. Ikki bert næstu fýra árini, sum public service sáttmálin leggur upp til.
Vit mugu hugsa størri og longri framá - ikki bert aftureftir, sum orðaskiftið alt ov ofta ger.
Torfinnur Jákupsson, miðlafrøðingur