Draga reiðara í rættin tí hann noktar at lata upplýsingar frá sær

Fáa vit ikki viðhald, mugu vit staðfesta, at sáttmálin er einki verdur, sigur fakfelagsformaðurin

Tað er ørkymlandi at noyðast at brúka so nógva tíð upp á mál, sum eiga at vera sólarklár, sigur Arnfinn Bech
Áki Bertholdsen
9. august 2024 kl. 10:13

Maskinmeistarafelagið hevur nú kært, Faroe Origin í Saltangará, fyri gerðarrættin.

Orsøkin er, at reiðarin vil ikki geva Maskinmeistarafelagnum upplýsingar, felagið hevur biðið um fyri at kunna meta um, antin reiðarin hevur brotið sáttmálan ella ikki.

– Maskinmeistarafelagið ivast ikki í, at tað er í stríð við sáttmálan, at felagið ikki fær neyðugu skjølini frá Faroe Origin so at tað ber til at kanna, um oljunýtslan hjá trolarunum er avroknað í samsvari við sáttmálan, sigur Arnfinn Bech, formaður í felagnum.

Og felagið heldur eisini, at tað er sáttmálabrot, at reiðaríið letur manningina rinda ein part av ísmaskinunum á skipunum leggur hann afturat.

Hann sigur, at tað mesta av árinum hevur Maskinmeistarafelagið roynt at kanna avrokningar hjá teimum fýra trolarunum Heyki, Falki, Baki og Stelki.

Tað hevur felagið gjørt tí tey hava illgruna um óreglusemi í sambandi við frádrátt í manningarhýrunum fyri oljuútreiðslur og frádrátt í manningarhýrunum fyri ísmaskinurnar á skipunum.

– Faroe Origin letur manningarnar gjalda fyri ísmaskinur á trolarunum, hóast slíkt als ikki eru við á listanum yvir loyvdar frádráttir í sáttmálanum, sigur hann.

– Fáa vit ikki viðhald í rættinum, mugu vit bara staðfesta, at sáttmálin er púra virðisleysur og uttan gildi, leggur hann afturat.

Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag, eru eisini í orrustu við Faroe Origin um avreiðingarnar uttanlands undir arbeiðaraverkfallinum.

Tey bæði feløgini halda seg ikki hava fingið nøktandi innlit í hesar avreiðingarnar og avrokningarnar.