DR3 gjørt dokumentar um Sarah Mahfoud

Sarah Mahfouds hemmelighed

Dan Lamhauge
18. apríl 2021 kl. 11:00

Vit eiga ein stóran part av henni, blídligu og fyrikomandi Sarah Mahfoud, sum gjørdist heimsmeistaranum í boksing. Hon hevur føroyska mammu og er javnan í Føroyum.

Í dag er ein dokumentarrøð um heimsmeistaran komin út á DR. DR3 fylgir Sarah Mahfoud tætt, og vit koma heilt tætt inn at lívinum hjá boksaranum og síggja, at heiðursmerkið hevur eina rangu.

Vit sleppa inn at privatlívinum hjá Sarah, har hon m.a. greiðir frá um, at hon hevur føroyskar røtur. Ein partur av sendingini er á føroyskum og fer fram í Føroyum.

Vit fylgja henni í fyrireikingunum til stórdystin, sum hon skuldi boksa móti Amanda Serrano í Las Vegas. Tíverri kom corona ímillum, so at dysturin varð avlýstur.

Stóra evnið er tó, at Sarah hevur verið útsett fyri sálarligum harðskapi. Tað hevur ført við sær, at hon ikki longur veit, hvat tað er, sum ger hana glaða, og hvat tað er, sum ger hana kedda og fær hana at føla seg veika. Hetta verður hennara nýggi boksidystur, dysturin fyri at fáa tað gott við seg sjálva.

Sendingarnar síggjast á drtv.dk