Sjónleikarin Martin Freeman heldur, at vónirnar hjá hyggjarunum hava broytt hansara fatan av røðini um kenda detektivin Sherlock Holmes.
Hóast fjepparar kring heimin bíða eftir einari 5. sesong av víðagitnu BBC-røðini "Sherlock", kann tað vera, at hon ongantíð fer at koma.
Martin Freeman, ið hevur leiklutin sum Dr. Watson í røðini um víðagitna detektivin úr Baker Street, heldur tað nevniliga ikki vera "stuttligt" at gera røðina longur.
Tað sigur hann í samrøðu við The Telegraph.
"Aftaná 4. sesong kendist tað sum, at nú varð neyðugt við einum steðgi, og fyri mítt viðkomandi er tað partvíst grundað á hvussu fólk hava tikið ímóti røðini", sigur hann.
Hóast 4. sesongin var eitt sindur minni dámd, er tað fyri Freeman meira um at har verður lagt eitt stórt trýst á ein at halda fram við onkrum, ið hevur fingið so góða móttøku.
"Tað var nærmast ómøguligt. "Sherlock" fekk so góða móttøku beinanvegin. Við øðrum røðum, har eg havi verið við, tók tað eitt sindur longri tíð. "Sherlock" hevur verið serstakliga væl gjørd heilt frá byrjan av, og tá man byrjar á einum so høgum støði, er tað ringt at halda tað við líka. Tað er ikki stuttligt longur", sigur hann.
Beint nú sær tað ikki út sum, at Martin Freeman ella Benedict Cumberbatch, ið spælir Sherlock Holmes, hava tíð at framleiða eina nýggja sesong, tí báðir spæla við í Marvel-filmum. Freeman er aktuellur í filminum "Black Panther", har hann spælir CIA-agenturin Everett Ross, og Cumberbatch hevur leiklutin sum Dr. Strange. Báðir fara at spæla við í komandi Marvel-filmum.
Allar 4 sesongir av Sherlock-røðini kunnu síggjast á Netflix.