Málið um mannin, sum varð funnin deyður í Havn fyrrapartin í gjár, er nú endað. Løgreglan sigur, at líkið er kannað og tað vísti seg, at hann er deyður av natúrligum orsøkum. Talan er sostatt hvørki um eina vanlukku, ella um eitt brotsverk.
Tað var út á fyrrapartin í gjár, at líkið av einum eldri manni varð funnið beint við Landsbókasavnið í Havn.
Løgreglan sigur, at av tí, at hann varð funnin deyður upp á hendan mátan, har eingin forkláring er, gjørdu tey av at kanna umstøðurnar út í æsir.
Tí varð alt økið byrgt av í allan gjár, har allar hugsandi tekniskar kanningar vórðu gjørdar.
Tað er fyri at staðfesta um ein brotsgerð er farin fram, og ikki minst, at útihýsa at ein brotsgerð er framd.
Tey fingu eisini serkøn úr Danmarka at hjálpa til, eitt nú ein serlækna í rættarmedisini, sum kannaði líkið á staðnum.
Í gjárkvøldið varð líkið flutt á Landssjúkrahúsið, har tað verður kannað í dag. Og kanningin í dag hevur so staðfest, at hann doyði av natúrligum orsøkum.