Bernice King heldur, at seinasta tíðin hevur styrkt arvin eftir pápa hennara heldur enn at hava gjørt hann veikari.
Í sambandi við, at mikudagin eru 50 ár síðan amerikanski mannarættindastríðsmaðurin Martin Luther King varð dripin, hevur The Guardian gjørt samrøðu við yngstu dóttir hansara, Bernice King.
“Eg havi ein dreym um, at míni fýra børn ein dagin kunnu liva í einum landi, har tey ikki verða dømd útfrá teirra húðarliti, men útfrá hvørji tey eru sum persónar,” segði Martin Luther King í einari røðu í 1963.
Martin Luther King hevði tvær døtur og tveir synir. Yolanda (doyði í 2007), Martin, Dexter, og Bernice.
Bernice varð bert fimm ára gomul, tá pápi hennara brádliga varð tikin frá henni. Hon minnist ikki nógv til pápa sín, og hon minnist heldur ikki nógv frá apríl-degnum í 1968, tá pápi hennara doyði. Tað var eina viku eftir hon var fylt fimm, og hon var um at sovna, tá sjónvarpsrásirnar boðaðu frá, at pápi hennara varð skotin í Memphis. Hon minnist ikki nógv frá teimum næstu døgunum, og hon skilti ikki rættiliga, hvat var hent.
Tá Bernice, mamma hennara og systkinini skuldu flúgva til Memphis til jarðarferðina, segði mamman við Bernice, at pápi hennara var deyður og ikki fór at kunna práta við hana longur, tí at “sál hansara er farin at búgva hjá Guði.” Hon hoyrdi eitt ljóð aftast í flogfarinum, sum hon nú veit kom frá motorunum, men tá helt hon tað ljóða akkurát sum pápin.
“Eg segði, ‘jamen eg hoyri hann anda aftast í flogfarinum,’ og mamma segði ‘nei’,” minnist hon.
Jarðarferðin var hildin í Ebenezer Baptist Church, og ein upptøka varð spæld frá síðstu prædikuni, sum King hevði hildið í somu kirkju.
Bernice skilti einki. “Eg haldi ikki, at mamma hugsaði um at fyrireika meg til hatta, tí hon hevði sagt við meg, at hann ongantíð aftur fór at kunna tosa við meg, men kortini hoyrdi eg hann tosa gjøgnum hátalararnar, og eg hugdi runt í kirkjuni og undraðist á, hvar hann var. Tað minnist eg øgiliga væl.”
Bernice King hevur valt somu lívsleið sum pápi sín. Hon gjørdist eisini prestur, og hevur verið íðin stríðskvinna síðan hon var ung.
Í 1985 varð hon handtikin saman við mammu sínari Coretta Scott King og beiggja sínum Martin Luther King III fyri at mótmæla apartheid uttan fyri suðurafrikansku sendistovuni. Í 1990 var hon bert næsti kvinnuliga presturin í Ebenezer Baptist Church, har pápi hennara eisini hevði verið prestur.
Síðan Donald Trump tók við sum forseti er ójavnin millum rík og fátøk vorðin størri, og fleiri tiltøk fyri at verja rættindi hjá svørtum eru sett úr gildi aftur. The Guardian spurdi Bernice King, um hon stúrdi fyri, at alt tað hon og pápi hennara høvdu stríðst fyri hevði verið fyri einki við teimum tiltøkunum, fyrisitingin hjá Trump hevur sett í verk.
Men tað ger hon ikki, hon fegnast um tær mótmælisrørslur, sum spretta kring USA og kring heimin í hesum døgum.
“Eg síggi ikki tingini á sama hátt sum onnur. Hetta er ein frálík tíð. Her hava vit fólk kring USA og allan heimin, ið mótmæla sum tey kanska ongantíð hava gjørt áður.”
Hon heldur, at tað, ið er hent teir seinastu 15 mánaðirnar (síðan Donald Trump gjørdist forseti, red.) hevur styrkt arvin eftir pápa hennara, heldur enn at hava gjørt hann veikari.
“Jú, land okkara hevur stórar trupulleikar, men tað ger mótmæli og talufrælsi enn meira avgerandi í hesum døgum. Nú sær man fólk standa sum Martin Luther King og finnast at øllum órættvísinum og siga, at nú er nóg mikið, og at vit fara at standa ímóti.”
“Eg síggi ikki hetta sum eina hóttan men sum ein møguleika at gera tað arbeiðið, sum hann ikki sjálvur fekk møguleika at gera liðugt,” leggur hon afturat.
“Her hendir nakað stórt”, sigur hon. “Her er eitt samfelag, ið noktar at loyva órættvísi at standa við.
“Mamma mín segði, at eitt stríð er ein áhaldandi tilgongd, frælsi er ikki vunnið men uppiborið, og tað má hvørt ættarlið stríðast við.”
“Tjóðin er vaknað. Fólk eru meira ansin, enn vit hava sæð tey seinastu 25 árini,” sigur hon. “Tá alt kemur til alt havi eg enn somu vónir sum pápi mín, at sannleiki og treytaleysur kærleiki fer at hava seinasta orðið.”