Donsku mørkini lata upp aftur

Seinni í mánaðinum lata donsku landamørkini upp aftur fyri restini av ES og Bretlandi. Tað merkir, at føroysku mørkini eisini lata uppaftur

Bryndis Hjartardóttir
18. juni 2020 kl. 10:36

Nú verður aftur møguligt at fara út í heimin at ferðast. Frá 27. juni lata donsku landamørkini upp fyri londum úr ES- og Schengenøkinum og Bretlandi. 

Tað hevur danska uttanríkismálaráðið boða frá fyri løtu síðani.

Harvið lata føroysku mørkini eisini uppaftur. Fyrr í vikuni segði løgmaður soleiðis við Hvat.fo:

"- Og tá nú mørkini eru opin aftur í ríkinum, so viðførir tað eisini, at so hvørt sum ríkismørkini verða opnaði (enn meira, red), so er tað eisini galdandi fyri fólkið og ferðafólkið til Føroya"

 

Hetta verður gjørt við eini nýggjari skipan, sum setur nøkur krøv til hvørji lond eru 'opin' at ferðast til, millum annað at smittutalið í landinum skal vera undir 20 smittaði pr. 100.000 um vikuna. 

Listin við opnum londum og karantenulondum verður kunngjørdur 25. juni. 

Arbeitt verður eisini við eini ætlan um at lata upp fyri londum uttanfyri ES-, Schenken og Bretlandi.