Donald Trump vinnur søguligt forsetaval

Fyri bert aðru ferð í søguni verður ein fyrrverandi forseti valdur, aftaná at hava tapt eitt endurval. Tað gjørdist greitt í nátt.

Halgir Winther Nagata
6. november 2024 kl. 14:40

Fyri bert aðru ferð í søguni verður ein fyrrverandi forseti valdur, aftaná at hava tapt eitt endurval. Tað gjørdist greitt í nátt.

Fyri at gerast forseti í USA, skalt tú vinna 270 atkvøður úr valmannaráðnum. Og tað megnaði Donald Trump í nátt, tá ið hann fekk tær síðstu atkvøðurnar tillutaðar úr statinum Wisconsin.

Donald Trump vann forsetavalið í 2016 móti Hillary Clinton, men tapti í 2020 móti Joe Biden. Hann noktaði at góðtaka úrslitið, og hevur uttan prógv ført fram, at svik førdi til at valið varð stolið frá sær. Tað hevði við sær, at fleiri av hansara fylgjarum gjørdu uppreistur við einum deyðiligum álopi á amerikonsku kongressina tann 6. januar í 2021.

Hóast alt hetta, umframt at hann síðani er dømdur fyri í alt 34 brotsverk, er Donald Trump nú aftur valdur sum forseti í USA, og hann flytir inn í Hvítu Húsini komandi januar.