Donald Trump hevur ætlanir um at berjast fyri fýra árum afturat í Hvítu Húsunum, tá núverandi embætistíðin hjá honum endar fyrst í 2021. Hetta skrivar DR.
Donald Trump hevur nú funnið sín valleiðara til komandi forsetaval. Tað verður 42 ára gamli Brad Parscale, ið skal tryggja Trump enn ein valsigur. Tað hevur Trump júst kunngjørt á heimasíðu síni.
Brad Parscale er valdur til valleiðara hjá tí nevndini, ið skal leggja næsta valstríðið hjá Donald Trump til rættis. Næsta forsetavalið verður í november 2020.
Parscale arbeiddi fyri Trump undir seinasta valinum. Hann hevði millum annað ábyrgd av heimsíðuni hjá Trump.
Brad er frálíkur og dugnaligur, og hann var sera umráðandi fyri sigur okkara í 2016. Familja okkara hevur fult álit á honum, og hann er tann perfekti oddamaðurin fyri næsta valstríðið, sigur sonur forsetans Eric Trump.
Sambært Anders Agner Pedersen, ið er redaktørur fyri netmiðilin Kongressen.com, er tað ikki óvæntað, at sitandi forsetin bert eitt ár inni í embætistíð sínari byrjar at hugsa um næsta val.
Vit skulu heilt aftur til 1968 fyri at finna ein forseta, ið ikki ynskti at verða afturvaldur. Tað var demokratiski Lyndon B. Johnson, ið gjørdist forseti aftaná at John F. Kennedy varð dripin.
Um Donald Trump longu nú segði almennt, at hann ikki ynskti at stilla upp til næsta val, hevði hann viknað sína egnu valdsstøðu.
Men sambært Anders Agner Pedersen, hava spekulatiónir verið um, at Donald Trump ikki ynskir fýra ár afturat í Hvítu Húsunum. Millum annað í bókini "Fire and Fury", ið varð givin út fyrr í ár, og sum sigst vera grundað á ónevndar keldur.