Donald Trump til politiska messu: Kanska stilli eg upp aftur

Fyrrverandi forsetin vísti seg fyri fyrstu ferð alment til eina politiska messu í Orlando í gjárkvøldið. Har útihýsti hann ikki møguleikan at stilla upp aftur til komandi forsetaval

Sigurjón Einarsson
1. mars 2021 kl. 09:23

Donald Trump róði í talu í gjárkvøldið framundir, at hann møguliga fór at gera eitt comeback sum forseti í USA.

Hetta hendi í hansara fyrstu talu, síðani hann fór frá sum forseti, skrivar Ritzau.

- Hvør veit? Kanska vendi eg aftur fyri at vinna á teimum fyri triðju ferð, segði Trump til politisku messu í Orlando, Florida.

Trump vann forsetavalið í 2016 og sambært honum sjálvum, so vann hann eisini forsetavalið í november í fjør. Hetta er tó blivið kveistrað burtur av amerikonsku valmyndugleikunum.

Donald Trump nevndi eisini í taluni, at hann ikki hevur ætlanir at stovna ein nýggjan flokk.

- Tað hevði verið býtt at deilt atkvøðurnar millum republikanska flokkin og ein nýggjan flokk, segði Trump.

Í taluni kom hann eisini inn á, at amerikanska vallógin má broytast, so bert ber til at velja á sjálvum valdegnum. Einans fólk í herinum og onnur fólk, ið eru í tænastu fyri USA, eiga at sleppa at brævatkvøða.

Tað sermerkta við hesari politisku messuni (Conservative Political Action Conference)  var, at fyrrverandi varaforsetin, Mike Pence, og senatorurin Mitt Romney, sum fleiri ferðir hevur funnist at Trump, høvdu fingið at vita, at teir vóru ikki vælkomnir til messuna.

Her eru nøkur hæddarpunkt frá taluni hjá Trump í gjárkvøldið: