Donald Trump, fyrrverandi forseti í USA, er nú stevndur fyri eina neyðtøku, ið sum sigst fór fram í 1990’num.
Tað er rithøvundurin E Jean Carrol, sum stevnir Donald Trump fyri neytøku, og Carrol telist sostatt eisini millum tey fyrstu, ið hava gjørt brúk av Adult Survivors Act, sum kom í gildi í New York í gjár.
Nýggja lógin gevur heimild til í eitt ár at stevna í neyðtøkumálum, ið annars eru fyrnað sambært revsilóg.
Carroll vil vera við, at Donald Trump neyðtók hana í skiftirúminum í einum handli í New York í 1995.
Harumframt hevur Carroll eisini stevnt Trump fyri ærumeiðing, eftir at hann í 2019 kallaði ákærur hennara fyri uppspuna, tá hon av fyrstani tíð greiddi alment frá, at hann hevði neyðtikið hana.
Verjin hjá Donald Trump, Alina Habba, sigur sambært BBC, at hóast hon hevur virðing fyri neyðtøkuofrum, sum velja at traðka fram, er ikki hald í hesum málinum, og at talan er tí um misnýtslu av nýggju lóggávuni.