Fyrstu søgurnar um koronarakta amerikanska stjóran gingu uppá, at hann hevði tað gott og at hann ikki var so hart raktur.
Hetta søgdu læknarnir eisini, men heilt so einfalt var tað nokk ikki. Tað hevur Mark Meadows, stápsstjóri hjá forsetanum, sagt við amerikanskar miðlar.
- Í gjár vóru vit bangin um hann. Hann hevði fepur og iltmettingin lækkaði skjótt, segði Mark Meadows við Fox News leygardagin.
Tað var fríggjadagin, at Donald Trump varð innlagdur á hernaðarsjúkrahúsið í Maryland eftir at hann og konan vóru staðfest at vera smittað við korona.
Fráboðanin frá stápsstjóranum ganga beint ímóti tí, sum læknarnir annars søgdu. Fyrstu boðini vóru, at forsetin hevði tað gott og ikki hevði trupulleikar við iltmettingini. Men eina løtu seinni komu øvut boð, tí nú ljóðaði, at forsetin var versnaður nógv tað seinasta samdøgrið og at teir næstu 48 tímarnir fóru at vera øgiliga avgerandi.
Ein dulnevndur persónur, sum arbeiðir í Hvítu húsunum segði við AFP-tíðindastovuna, at forsetin hevði rímiliga langt á mál, áðrenn hann kundi sigast at vera frískur.
Í nátt tosaði forsetin sjálvur á eini upptøku, og tá segði hann, at hann hevði tað nógv betur.
Hjá vanligum fólki liggur iltmettingin millum 95 og 100, og fellur hon, sæst tað við, at varrarnar gerast bláligar, tí kroppurin ikki fær nóg nógva ilt.