Ongi úrslit

Donald Trump fær ikki loyvi at koma aftur á Facebook og Instagram

Umsjónarráðið hjá Facebook hevur avgjørt, at fyrrverandi forsetin í USA Donald Trump ikki sleppur aftur á Facebook og Instagram - í hvussu so ikki fyribils

Sigurjón Einarsson
5. mai 2021 kl. 17:53

Donald Trump hevur verið útihýstur frá fleiri sosialum miðlum, eftir at hann eggjaði viðhaldsfólk sínum at leypa á Kongressina fyrr í ár. Trump kærdi hesa avgerð, og nú sigur umsjónarráðið hjá Facebook, sum eisini eigur Instagram, at fyrrverandi forsetin ikki fær loyvi at koma aftur á Facebook og Instagram.

Tað boðar ráðið frá í einum boðum á heimasíðu sínari, sambært DR.

Sambært umsjónarráðnum var tað tó at gera ov nógv av, at Facebook í januar valdi at útihýsa Trump í óásetta tíð. Tí skal Facebook umhugsa avgerðina innanfyri seks mánaðar, stendur at lesa í avgerðini.

Í gjár kunngjørdi Donald Trump, at hann fór at byrja sín egna sosiala pall, ið nevnist “From the Desk of Donald Trump”.

Trump varð útihýstur frá Twitter og mongum øðrum sosialum miðlum eftir uppreistin og ófriðin, sum viðhaldsfólk hansara vóru atvoldin til, tá tey lupu á Kongressina tann 6. januar í ár.

Áðrenn tað hevði Trump millum annað verið sera virkin á Twitter í nærum tíggju ár, har hann javnan kom við ymiskum útsagnum um politikk, síni mótstøðufólk og førdi eisini valstríð á sosiala miðlinum.

Trump hevði yvir 80 milliónir fylgjarar, tá Twitter valdi at steingja hansara konto.

Mest lisið hesa vikuna

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

21. apríl kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

22. apríl kl. 11:50

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

21. apríl kl. 11:10

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39