Donald Trump átti skyldina fyri álopið á The Capitol bygningin í Washington í 2021.
Tað er niðurstøðan hjá 6. januarnevndini, ið varð sett at kanna leiklutin hjá fyrrverandi forsetanum í uppreistrinum og álopinum á bygningin, ið húsar bæði senatinum og umboðsmannatingið.
Nevndin hevur nú almannakunngjørt kanningina, ið er 845 síður til longdar, og niðurstøðan í kanningini er, at Donald Trump eigur ábyrgdina fyri hendingarnar 6. januar í 2021.
Nevndin hevur eisini mælt til, at Donald Trump verður ákærdur fyri sín leiklut, og at hann ikki sleppur at halda almennan sess í framtíðini.
Donald Trump hevur ikki verið sinnaður at samstarva við nevndini, og hann hevur kallað kanningina fyri eina ”heksajakt”.
Millum niðurstøðurnar hjá nevndini kunnu nevnast, at mett varð, at Donald Trump hevði longu undan forsetavalinum gjørt ætlanir um at boða frá valsigri til sín sjálvs, og at hann stutt eftir valið kom við páhaldum um valsvik, ið hann visti vóru skeiv.
Mett var eisini, at tað var retorikkurin hjá Donaldi Trump, ið lokkaði uppreistrarsinnað fólk til Washington, og at hann tók ikki neyðug stig fyri at steðga uppreistrinum, eftir at hann var byrjaður.
Harumframt kemur nevndin eisini til ta niðurstøðu, at Donald Trump royndi at kroysta varaforseta sín, Mike Pence, til at kolldøma valúrslitið og gera seg til forseta, hóast hann ikki hevði heimild til hetta.