Donald Trump arbeiðir við at stovna sín egna sosiala miðil

Eftir at hava verið útihýstur frá bæði Twitter og Facebook, arbeiðir Trump nú við eini ætlan at byrja sín egna sosiala miðil

Sigurjón Einarsson
22. mars 2021 kl. 09:50

Fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump hevur ætlanir at byrja sín egna sosiala miðil.

Tað upplýsir Jason Miller, ið er ein av hansara ráðgevum og var talsmaður hjá Trump í valstríðnum til amerikanska forsetavalið í 2020, í samrøðu við Fox News.

Fyrrverandi amerikanski forsetin varð útihýstur frá Twitter og Facebook, eftir at hansara viðhaldsfólk lupu á amerikonsku Kongressina á Capitol Hill í Washington, har hann hevði brúkt hesar sosialar miðlar til at fáa sín boðskap út.

Facebook hevur síðani valið biðið eina uttanveltaða nevnd hyggja uppá, um hann framhaldandi skal vera útihýstur, meðan Twitter hevur sagt, at hann ikki sleppur aftur á teirra sosiala miðil, tí hann eggjaði fólk til at fremja harðskap.

Jason Miller kemur ikki við nógvum upplýsingum um nýggja sosiala miðilin, men upplýsir fyri Fox News, at verkætlanir við nýggja sosiala miðlinum fer av bakkastokki um tveir til tríggjar mánaðir.

- Tað verður tað nýggjasta av tí nýggjasta innanfyri sosialar miðlar. Tað fer at broyta sosiala miðlalandslagið. Øll fara at fylgja við, hvat Trump forseti fer at gera, sigur hann.

Miller væntar, at eitt átta-siffrað tal av brúkarum fara at vera á nýggja pallinum um stutta tíð. Trump hevur havt fundir við ymiskar aktørar og íleggjarar, har nógvar fyritøkur hava vent sær til teirra um at verða partur av hesari verkætlan, sigur hann.

Kelda: Ritzau