Donald Sutherland sloknaður

Kanadiski sjónleikarin er gitin frá eini ørgrynnu av filmum, teirra millum Hunger Games og M*A*S*H.

Rúni Korsgaard
20. juni 2024 kl. 21:30

Donald Sutherland gjørdist 88 ára gamal.

Hann byrjarði yrkisleiðina sum sjónleikari miðskeiðis í '60árnum og hevur spælt við í eini ørgrynnu av filmum í yvir 50 ár. Í nýggjari tíð er Sutherland m.a. kendur fyri sín leiklut í The Hunger Games-filmunum.

Eldri filmarnir The Dirty Dusin, Kelly's Heroes, M*A*S*H og ikki minst Klute vóru við at veita Sutherland sítt gjøgnumbrot innan filmsheimin.

Donald Sutherland, sum er faðir sjónleikaran Kiefer Sutherland, andaðist í Miami í USA eftir at hava stríðst við sjúku í longri tið.