Donald Rumsfeld deyður

Fyrrverandi amerikanski verjumálaráðharrin, ið stóð aftan fyri amerikansku innrásirnar í Afghanistan og Irak, er deyður, 88 ára gamal

Steinar Patursson
1. juli 2021 kl. 11:14

Fyrrverandi amerikanski verjumálaráðharrin, Donald Rumsfeld, er deyður, 88 ára gamal.

Donald Rumsfeld var verjumálaráðharri í Bush stjórnini frá 2001 til 2006, tá hann var noyddur at fara frá.

Eftirtíðin fer uttan iva at minnast Donald Rumsfeld sum mannin, ið stóð aftan fyri innrásirnar í Afghanistan og Irak í kjalarvørrinum av álopunum 11. september í 2001.

Hernaðarátøkini í Afghanistan og Irak vóru partur av ”krígnum móti yvirgangi”, men meðan innrásin í Afghanistan í stóran mun varð viðurkend av altjóða samfelagnum sum ein roynd at sleppa av við Taliban stýrið, ið fíggjaði og stuðlaði yvirgangsbólkum, var stór mótstøða móti krígnum í Irak, sum telist millum størstu mistøkini í amerikanskari hernaðarsøgu.

Eitt av høvuðsargumentunum hjá amerikansku stjórnini fyri krígnum í Irak var, at Saddam Hussein hevði fingið til vega kjarnorkuvápn. Kortini vórðu eingi kjarnorkuvápn funnin, og landið varð ístaðin so at siga lagt í oyði, og sekteriskur harðskapur tók seg upp nógvastaðni í landinum.

Donald Rumsfeld var eisini verjumálaráðharri í Ford stjórnini frá 1975 til 1977 umframt eina røð av øðrum sessum, millum annað sum limur í umboðsnevndartinginum fyri Illinois frá 1963 til 1969.

Rumsfeld andaðist í heimbýnum Taos í New Mexico.