Danska Melodi Grand Prix kappingin var á skránni fyri skjótt tveimum vikum síðani. Vinnarin gjørdist Saba, við lagnum, "Sand". Nú er dómsnevndin fyri atfinningum, fyri at ikki velja sama vinnarasang, sum hyggjararnir valdu.
Atkvøðugreiðslan var skipað soleiðis, at tað var ein samanseting av atkvøðum frá hyggjarum og einari dómsnevnd, sum gjørdu av, hvør vann kappingina. Stigini frá hyggjarunum og dómsnevndini taldu helvt um helvt.
Seinni kom so fram, at vinnarasangurin, "Sand", bert fekk triðflestar atkvøður frá hyggjarum, og at tað vóru tey mongu stigini frá dómsnevndini, sum gjørdu, at sangurin vann samanlagt. Basim, við lagnum, "Johnny", fekk flestar atkvøður frá hyggjarunum, meðan føroyski Janus Wiberg fekk næstflestar.
Dómsnevndin, sum er mannað av 10 útlendskum og 10 donskum Melodi Grand Prix-fjepparum, hevur verið fyri atfinningum, fyri at ikki velja sama vinnarasang, sum hyggjarnir valdu.
Hanne Bjørn, ein av limunum í dómsnevndini, sigur nú við danska miðilin Newsner, at limirnir í dómsnevndini ikki tosaðu saman, og at ongin teirra visti, hvussu hini atkvøddu.
- Tí ber ikki til at siga, hví vit sum ein eind atkvøddu, sum vit gjørdu. Eg haldi, at tey, sum hava funnist at okkum, bara eru tey, sum halda at Basim skuldi vunnið, sigur Hanne Bjørn.
Tað verður altso Saba, við lagnum, "Sand", sum skal umboða Danmark til stóru Eurovision kappingina, sum í ár verður hildin í Malmø í Svøríki.
Niðanfyri sæst framførslan hjá Sabu til donsku Melodi Grand Prix kappingina.