Dómsnevnd: Bursatangi er besta staðsetingin fyri Tjóðleikhúsið

Á tíðindafundi fyrrapartin fekk almenningurin at vita, hvar tilnevnda dómsnevndin heldur, at komandi Tjóðleikhúsið skal staðsetast. Niðurstøðan hjá dómsnevndini er, at økið við Bursatanga er besta staðseting fyri Tjóðleikhúsið

Sigurjón Einarsson
8. mars 2021 kl. 15:16

Í dag fekk Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum, alment handað dómsnevndarálitið, hvar Tjóðleikhúsið skal liggja. Hetta hendi á tíðindafundi á Parnassinum á Hotel Hafnia.

Dómsnevndin mælir til, at eitt nýtt Tjóðleikhús eigur at verða staðsett á Bursatanga. Hetta økið, sum er lutfalsliga nær Kongabrúnni, kann virka sum ein inngongd ella ein portalur til miðbýin, bæði frá sjógvi og landi.

Eisini metir dómsnevndin, at hendan staðsetingin letur upp fyri tøttum sambandi við miðbýin, soleiðis at býarlívið og mentanarlívið verður víðkað til eisini at fevna um Tjóðleikhúsið og tey rúmini, bæði inni og úti, sum verða skapað har.  

Harumframt metir dómsnevndin, at staðsetingin av Tjóðleikhúsinum við Bursatanga kann verða fyrsta stigið í einari býarmenning á Eystaru Bryggju, har ætlanin er at flyta nógva virksemi har út á Skansabryggjuna.

Arbeiðið gingið skjótt

Tað var í fjør, at uttanríkis- og Landsverk fóru undir eina tilgongd um nýtt Tjóðleikhús í Havn. Fyrsta stigið í verkætlanargongdini er at vísa á best egnaðu staðseting fyri Tjóðleikhúsið, har fimm ráðgevaratoymi vóru undangóðkend at taka lut í tilgongdini. Hesi vóru Kontrast, MAP Arkitektar, Henning Larsen NA, SNA Selmar Nielsen Arkitektar/White Arkitektar og Zeta architects/Brim Arkitekar.

Tá innlatingarfreistin var úti tann 2. februar í ár vóru sjey uppskot til staðsetingar latin inn. Eftir hetta fór dómsnevndin í gongd við at viðgera uppskotini, har fimm av sjey uppskotum arbeiða við staðseting á Bursatanga, har serliga tvey uppskot eru áhugaverd, sambært dómsnevndini.

Tað fyrra av hesum báðum uppskotinum er frá Zeta architects/Brim Arkitektar er ein lívsterk ætlan, sum letur upp fyri sambandinum millum býin og sjógvin, sum varðveitir útsýnið móti Skansanum, og sum vísir Tjóðleikhúsið sum ein stakan, heilskapaðan og sjálvstøðugan bygning uttan baksíður. Burtursæð frá umfatandi umskapanini av bryggjukantinum, krevur uppskotið ikki stórvegis inntriv á havnarøkið.

Og tað seinna uppskotið – frá Henning Larsen NA – er ein ætlan, har bygningurin verður staðsettur við hóskandi fjarstøðu millum nýggja bygningin og Tinganes. Tó kann bygningurin fáa eina baksíðu. Ætlanin vísir eina staðseting, sum gagnnýtir verandi bryggju til at skapa fjøltáttað býarrúm við einari innbjóðandi framsíðu. Ætlanin er tó treytað av umskipanum – eitt nú umskipan av bilrøðunum til Smyril og Norrønu.

Væntandi verður arkitektakapping útskrivað seinni í ár, hvussu nýggja Tjóðleikhúsið skal síggja út. Eftir tað tekur projekteringin tvey ár, innan farast kann fara undir at byggja Tjóðleikhúsið, sum nú er staðfest at vera á Bursatanga.

Í dómsnevndini eru:

-          Ólavur Jøkladal – Formaður í Leiklistaráðnum, formaður í dómsnevnini

-          Bjarni Wilhelm – Formaður í bygginevndini fyri Tjóðleikhúsið

-          Poul Geert Hansen – Aðalstjóri í Uttanríkis- og mentamálaráðnum

-          Jenny C. Petersen – Stjóri í Tjóðpalli Føroya

-          Jóan Petur Hentze – Trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu

-          Birita Wardum – Býararkitektur í Tórshavnar kommunu

-          Bárður í Baianstovu – Arkitektur hjá Landsverk

-          Ellen Braae – Fakdómari, tilnevnd av Arkitektafelag Føroya

-          Thale Bjørnerheim – Fakdómari, tilnevnd av Arkitektfelag Føroya

Ráðgevarar hjá dómsnevndini eru:

-          Christian Djurhuus, verkætlanarleiðari hjá Landsverk

-          Ólavur J. Hansen, løgfrøðingur hjá Landsverk

Skrivari hjá dómanevndini er:

-          Ole Jensen fyri Arkitektfelag Føroya