- Tað hevði avgjørt verið eitt serstakt upplivilsi, at arbeitt undir Jurgen Klopp.
Soleiðis ljóðaði tað frá Dominik Szoboszlai fyri nøkrum vikum síðani tá Index spurdi hann um hann var ávegis til Liverpool.
Nú er ynski hansara útint.
Í gjár váttaði Liverpool á heimasíðu teirra, at felagið hevur keypt unga stjørnuskotið.
Liverpool keypti Dominik Szoboszlai úr sáttmála sínum við nú fyrrverandi felag hansara, RB Leipzig, fyri 521 milliónir krónur.
Sambært The Athletic hevur Dominik Szoboszlai skrivað undir við Liverpool til summarið 2028. Tað er altso talan um ein fimmára sáttmála.
Dominik Szoboszlai er næsta summarkeypið hjá Liverpool eftir at felagið heintaði Alexis Mac Allister úr Brighton tíðiliga í flytingarglugganum.