Í gjár varð ein maður dømdur sekur í fleiri innbrotum og hóttanum í Havn hesa seinastu tíðina.
KvF veit at siga, at maðurin er dømdur fyri sjey innbrot í Havn hendan seinasta mánaðin. Eitt nú breyt hann inn hjá báði Reyða Krossi og Bláa Krossi.
Sjálvur triði breyt hann eisini inn í tveir bilar uttan fyri Miðlon í Havn. Í øðrum bilinum varð ein rútur brotin og ein pengapungur og eitt gjaldskort vórðu stolin og í hinum bilinum varð ein fartelda stolin.
Maðurin er eisini sekur í at hava hótt tvey fólk, annað við eini fløsku og hitt við at fekk hann ikki tað, hann vildi hava, fóru vemmiligir menn at koma eftir viðkomandi.
KvF veit at siga, at dómurin varð ikki ásettur, men maðurin varð varðhaldsfongslaður í ein mánað ímeðan tey sosialu viðurskiftini hjá honum verða kannað.
Verjin hjá honum skeyt avgerðina um at varðhaldsfongslað mannin, fyri landsrættin og støða verður væntandi tikin til tað mánadagin – og til tá í hvussu so er, skal maðurin verða sitandi í varðhaldinum.