KÍ ferðalagið lendir í Vágum í hóskvøldið. Eftir framúr avrikið og uppiborna sigurin á svenska meistaraliðnum BK Häcken í Göteborg mikukvøldið eru spælararnir sjálvandi ógvuliga troyttir. Tað man vera sjáldan – um nakrantíð – at teir hava givið seg so fult og heilt, sum teir í kvøld gjørdu í 120 minuttir pluss nakrar minuttir aftrat og brotssparkskapping.
Hvussu tað verður, tá ið teir í annaðkvøld aftur vera í Klaksvík, er ikki greitt enn, men ivaleyst fara teir at verða fagnaðir á onkran hátt, um tað so verður á Summarfestivalinum ella ikki.
Talan var mikukvøldið um liðavrik, og spælararnir undirstrika aftur og aftur, at hetta var ein sigur fyri felagsskapin Klaksvíkar Ítróttarfelag.
Í ljósinum av hesum hava smálutirnir so lítið at siga. Árni Frederiksberg skoraði tvey mál í Ungarn fyri tveimum vikum síðani. Í kvøld varð hildið, at hann skoraði fýra mál – tvey í vanligari leiktíð og eitt í longdu leiktíðini og so við fyrsta sparkinum í brotssparkskappingini.
Nú vísir tað seg, at eingilski dómarin hevur skrásett Árna Frederiksberg fyri at hava skorað trý mál – tvey í vanligari leiktíð og so brotssparksmálið. Tá ið KÍ í longdu leiktíðini skoraði til 3-3 átti Árni Frederiksberg hornasparkið úr høgru, tá ið bólturin at síggja til sigldi dygst inn við fremra stólpa og í málið. Tó sigur dómarin, at tað var ikki Árni Frederiksberg, men svenski málverjin sum stýrdi bóltin í málið. Peter Abrahamsson, sum í Klaksvík fyri einari viku síðani bjargaði BK Häcken undan tapi, tá ið hann í tveimum førum bjargaði meistarliga væl, er skrásettur fyri at gera sjálvmál.
Tað liva Árni Frederiksberg og hinir í KÍ hopinum ivaleyst fínt við. So fæst at síggja, um Árni Frederiksberg eisini ímóti Molde fer at vera fleirfaldur málskjútti.
Næsta uppgáva hjá KÍ verður sunnudagin í Hólmanum á Eiði, og síðani verður tað týskvøldið, tá ið Molde verður gestur á Tórsvølli.
BK Häcken – KÍ 2-2 (1-1) 3-3 eftir longda leiktíð, 7-6 eftir brotssparkskapping
Champions League
Mikudagin 2. august 2023 kl. 19.00
Á Bravida Arena í Göteborg í Svøríki
0-1: Árni Frederiksberg 17.
1-1: Tobias Tana 24.
2-1: Amar Layouni 48.
2-2: Árni Frederiksberg 53.
3-2: Ibrahim Sadiq 105.+1.
3-3: Peter Abrahamsson sjálvmál 109.
Brotssparkskapping
1-0: Even Hovland
1-1: Árni Frederiksberg
2-1: Amor Layouni
2-2: Jákup B. Andreasen
3-2: Samuel Gustafson
3-3: Patrick Da Silva
3-3: Mikkel Rygaard sendir bóltin omanfyri málið
3-3: Sivert Gussiås sendir bóltin í tvørtræið
3-3: Simon Sandberg Nils Jonatan Johansson í KÍ málinum bjargar
3-4: Vegard Forren
KÍ samantaldur vinnari við málmuninum 7-6
Dómarabólkur úr Onglandi: Andrew Madley, Daniel Cook, Daniel Robathan og Michael Salisbury (4. dómari)
KÍ: Nils Jonatan Johansson – Børge Petersen (Heini Vatnsdal, 64.), Odmar Færø (Jonn Johannesen, 106.), Vigard Forren – Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic (Hallur Hansson, 74.), Jákup B. Andreasen, René Shaki Joensen (Sivert Gussiås, 74.) – Árni Frederiksberg, Luc Kassi (Issah Ahmed Latif, 109.), Claes Philip Kroner (Patrick Da Silva, 74.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Markus Pettersen, Páll A. Klettskarð, Símun Kalsø, Jóhan Josephsen
Gult kort: Luc Kassi, Jóannes K. Danielsen
Venjari: Magne Hoseth
Hjálparvenjarar: Daniel Berg Hestad og Sjúrður Jacobsen
Málmansvenjari: Géza Tamás Turi