Dómari skal taka støðu til Britney Spears í dag

Í 13 ár hevur Britney Spears ikki havt ræði á sínum egnu fíggjarviðurskiftum og ávísum pørtum av sínum privatlívi. Men hetta kann fáa eina broyting í dag, nú ein dómari í Los Angeles skal taka støðu til, um Britney Spears framhaldandi hevur tørv á einum verja.

Steinar Patursson
12. november 2021 kl. 14:12

Ein dómari í Los Angeles í USA kann í dag taka støðu til, hvørt verjumálið hjá Britney Spears, sum nú hevur verið í gildi í 13 ár, skal halda uppat.

Í 13 ár hevur pápi hennara, Jamie Spears, verið verji hjá dóttrini, og við verjumálinum hevur hann havt ræði á formúuni hjá Britney Spears, umframt at hann hevur havt vald á ávísum pørtum av hennara privatlívi eisini.

Tílík verjumál, sum í grundini gera fólk ómyndug, verða vanliga sett í verk fyri fólk, ið hava ógvisligar sálarligar trupulleikar, og sum ikki megna at ambæta sær sjálvum ella sínum áhugamálum.

Verjumálið hjá Britney Spears varð virkið í 2008, tá hon hevði havt eina røð av samanbrotum, og mett varð ikki, at hon var før fyri at ansa eftir sær sjálvari.

Jamie Spears hevur verið verji hjá Britney Spears fram til seinast í september í ár, tá hann varð frátikin sum verji. Verjumálið helt kortini fram undir einum advokati.

Britney Spears hevur sjálv stríðst fyri at fáa ein enda á verjumálinum, og hon vil vera við, at pápi hennara hevur misnýtt sína støðu sum verji. Britney Spears hevur sagt, at pápi hennara hevur doyvt hana við heilivági, noytt hana at framføra ímóti hennara vilja, og forðaði henni í at fáa fleiri børn.

Fjepparaskarðin hjá Britney Spears hevur seinastu árini savnast undir hashtagginum #FreeBritney, har tey hava sett sjóneykuna á trupulleikan við verjumálinum, og fyrr í ár varð dokumentarfilmur almannakunngjørdur, ið greiddi frá støðuni.

Men verjumálið er til støðutakan í einum rætti í Los Angeles í dag, og sambært The Guardian hevur verjin hjá Britney Spears, Mathew Rosengart, sett sær fyri at fáa verjumálið slept.

Hóast málið kemur fyri rætt í dag, kann tað verða, at dómarin fer at krevja eina nýggja mentalkanning, áðrenn niðurstøða kann takast.