Fótbóltsdómararnir væl fyrireikaðir til nýggja kappingarárið

Um vikuskiftið hava Úrmælingadómararnir hjá FSF verið á skeið, har teir hava fyrireikað seg til eitt nýtt kappingarár

Sigurjón Einarsson
28. februar 2022 kl. 11:10

– Skeiðið gav okkum nógv, so ja, aftur í ár eru vit klárir til eitt nýtt kappingarár. Men vit krevja eisini nógv av okkum sjálvum, tí tað eru stórar avgerðir, ið skulu takast, og tí skulu vit vera væl fyrireikaðir frá kappingarbyrjan, sigur dómaraleiðarin hjá Fótbóltssambandi Føroya, Lassin Isaksen við heimasíðuna hjá FSF.

Seinnapartin hósdagin savnaðust umleið 45 dómarar og hjálpardómarar, og tíggju dómaraeygleiðarar, ið serliga koma at leiða dystirnar í fremstu deildunum hjá kvinnum og monnum, á skeiði á Hotel Føroyum.

Endamálið við skeiðnum, ið endaði fyrrapartin sunnnudagin, var at leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til eitt nýtt kappingarár, sum av álvara byrjar vikuskiftið 5. og 6. mars, tá 1. umfar í Betri Deildini hjá monnum er á skránni.

– Fótbóltslógin broytist alla tíðina, men eg haldi at okkara dómarar eru væl dagførdir. Í ár verður millum annað fokus sett á “hondbóltsbrot” og brotssparksstøður. Broyting er í lógini um at spæla bóltin við hond ella armi, og tulkingin av lógunum er broytt í samband við nær brotsspark skal dømast. Hetta hava vit sett okkum væl inn í, og eingin ivi skal vera um, at vit eru klárir og spentir til eitt nýtt kappingarár, sigur Lassin Isaksen við heimasíðuna.

Komandi leygardagin, sum er 5. mars, eru tríggir dystir á skránni í Betri Deildini hjá monnum. Tá hittast 07 Vestur og Víkingur, Skála og KÍ, og á Argjum verður grannauppgerð millum AB og HB. Sunnudagin spæla EB/Streymur og NSÍ og í Havn fær B36 vitjan av B68.

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo