Tað er sjáldan at avrikið hjá einum dómara hevur verið so nógv viðgjørt aftaná ein dyst.
Lassin Isaksen er dómaraleiðari hjá FSF, og í hesum døgum viðgera teir avrikið hjá Kára á Høvdanum, ið dømdi dystin ímillum NSÍ og KÍ fríggjadagin.
- Nú havi eg hoyrt onkran siga, at onkur átti at hugt eftir avrikinum hjá dómaranum. Tað gera vit altíð. Vit hava eina skipan har allir dystirnir enda í, og har gera vit eftirmetingar.
Spurdur um hendingina aftaná dystin, tá Eyðstein Skipanes, ítróttarstjóri hjá NSÍ, rann inn á vøllin og í tveimum førum royndi at fara eftir Kára á Høvdanum, sigur Lassin Isaksen, at kenslur skulu hava sítt pláss í fótbólti, men tað ítróttarstjórin hjá NSÍ gjørdi, var at fara yvirum linjuna:
- Eg sá støðuna aftaná dystin tá ítróttarstjórin hjá NSÍ, Eyðstein Skipanes, royndi at fáa fatur á dómaranum. Fólk hava kenslur, og til slíkar fótbóltsdystir koma tær veruliga til sjóndar hóast tað er ymiskt hvussu fólk bera seg at. Í hasum førinum vænti eg, at Eyðstein Skipanes veit, at hann bar seg ov ógvusliga at. Eg vil rósa vaktartoyminum hjá NSÍ, sum gjørdi sítt arbeiði væl.
Sera torførur dystur at døma
Lassin Isaksen sigur, at man altíð skal seta seg í støðuna hjá dómaranum, tá man viðger eitt avrik hjá einum dómara.
- Hetta var ein óvanliga trupul dystur at døma. Tað er sera týdningarmikið, at hava heildarmyndina við og ikki læsa seg fastan í ávísum støðum í einum dysti.
- Dystir verða mettir sum antin ein vanligur dystur, ein trupul dystur ella ein sera trupul dystur at døma. Hasin dysturin var sera trupul, og tað var ikki bara Kári, ið hevði skyldina í at hann var trupul. Leikararnir gjørdu tað sera avbjóðandi. Har fóru fleiri ónollir fram og har vóru eisini fleiri støður – harav nakrar, ið fóru fram aftanfyri ryggin á Kára.
Lassin Isaksen er ikki samdur við Karstini Joensen, formanni í starvsnevndini hjá NSÍ, sum sigur at dómaraavrikið var “út av lagi vánaligt”.
- Flestu dømingarnar eg havi sæð í dystinum vóru rættar. Men har vóru onkrar, ið áttu at verið annarleiðis.
Spurdur um dómaraleiðarin hevur nakra viðmerking um møguligar avleiðingar fyri NSÍ svarar Lassin Isaksen:
- Vit hava eina dómaradeild, ið tekur sær av døming, eygleiðing og ger niðurstøður. So er okkara arbeiði liðugt. Kappingardeildin, ið er púra atskild dómaradeildini, tekur sær av møguligum revsingum.