Dolores O'Riordan úr The Cranberries deyð

Forsangarin úr írska rock-bólkinum The Cranberries, Dolores O'Riordan, andaðist brádliga mánadagin 15. januar. Tað skrivaðu...

Alda Nielsdóttir
16. januar 2018 kl. 14:18

Forsangarin úr írska rock-bólkinum The Cranberries, Dolores O'Riordan, andaðist brádliga mánadagin 15. januar. Tað skrivaðu nógvir miðlar í gjár.

Dolores O'Riordan, ið var farin til London at spæla inn tónleik, var funnin deyð á hotelkamarinum hjá sær í mánamorgunin.

Dolores O'Riordan gjørdist bert 46 ára gomul. Deyðsorsøkin er ikki almannakunngjørd enn, men politiið heldur ikki at talan er um nakað illgrunasamt.

Bólkurin The Cranberries varð stovnaður í 1989, og gjørdist heimskendur í 90'unum við løgum sum "Zombie" og "Linger". Í 2003 fóru limirnir í bólkinum hvør til sítt, og aftaná tað gav Dolores O'Riordan út tvær soloútgávur, "Are You Listening" í 2007, og "No Baggage" í 2009.

Í 2009 savnaðist bólkurin aftur, og í 2012 góvu tey út fløguna "Roses". Í 2017 góvu tey út akustisku fløguna "Something Else". Ætlanin var, at The Cranberries skuldu fara á konsertferð í Evropa og Norðuramerika, men bólkurin noyddist at avlýsa ein part av konsertferðini, tí Dolores O'Riordan hevði trupulleikar við rygginum.

The Cranberries hava m.a. spælt á Roskilde Festival í 1995.