Dokumentarisk leiklist: TUBERKLARNIR

"Eg haldi ikki, mann gevur sær far um, hvussu ógvuslig sjúkan var" sigur Sóley Danielsen, leikstjóri

Turið Justinussen
25. mars 2019 kl. 15:10

Saman við átjan næmingum á Sjónleikaskúlanum, hevur Sóley Danielsen skrivað leikin, TUBERKLARNIR, ið verður sýntur á Sanatorinum í Hoydølum 30. og 31. mars 2019. Sjónleikurin er grundaður á frágreiðingar hjá fólki, sum á onkran hátt sjálvi upplivdu tuberklarnir fyrst í 20. øld

Hetta er fyrstu ferð, at Sjónleikaskúlin skipar fyri einum sjónleikaskeiði, ið er ætlað fólki eldri enn 45 ár, og tað eru tey átjan, ið hava luttikið á skeiðinum, sum saman við lærara og leikstjóra, Sóley Danielsen, hava skrivað leikritið, ið er grundað á sannar søguligar upplýsingar.

Endamálið við leikinum er at upplýsa um hesa sera vandamiklu og smittandi sjúku, sum kostaði nógv mannalív í Føroyum frá uml. 1900 til 1950, tá koppseting umsíðir kom til Føroya.

Dokumentarisk leiklist
- Vit høvdu tólv vikur at skapa eina verkætlan. Eg leitaði nøkur leikrit fram, sum vit lósu. Síðani prátaðu vit um, hvat vit hildu kundi verið áhugavert, sigur Sóley Danielsen í samrøðu við Dimmalætting og greiðir frá, at tá tey komu fram á søguna um Marin Skipanes, ið bleiv rópt "Pirkan", gjørdust tey bitin av, hvussu ótrúliga stórt arbeiði hevur ligið í at tryggja, at føroyingar tá ikki blivu smittaðir av tuberklum. 

- Tey flestu, sum eru við í leikinum minnast, hvussu tað var, tá fólk vóru sjúk, og sjálvi at vera blivin pirkaði. Tað var tí upplagt at brúka ta vitanina, sum longu var í leikbólkinum, sigur Sóley Danielsen, ið heldur tað vera ógvuliga áhugavert at arbeiða dokumentariskt innan leiklist. Hon leggur afturat:

-  Eg haldi ikki, mann gevur sær far um, hvussu ógvuslig sjúkan var. Einstakir tuberklasjúklingar vóru innlagdir har í upp til 20 ár.   Hugvekjandi frágreiðingar
Umframt at savna saman yrkingar hjá Mikkjal á Ryggi, sum sjálvur lá innlagdur leingi, myndir úr goysmluni hjá Tjóðsavninum og brot úr brævasamskiftinum hjá tuberklasjúka Jørgen Frans Jacobsen og vinmanninum William Heinesen, hevur sjónleikabólkurin gjørt samrøður við sjúklingar, avvarandi og fyrrverandi starvsfólk á gamla bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum, ið var kallað Sanatoriið.

- Vit fingu tey at koma framvið at greiða okkum frá teirra upplivingum, stemninginum, og hvussu bygningurin og rúmini í honum veruliga blivu brúkt. Síðani hava vit lagt leikin til rættis samsvarandi, sigur Sóley Danielsen í samrøðu við Dimmalætting og letur frætta, at av tí, at bygningurin hevur staðið tómur í fleiri ár, hevur tað verið drúgt at gera hann kláran, og enn er eitt sindur av fyrireikingararbeiðið eftir. 

- Hetta er eitt øðrvísi slag av sjónleiki, og arbeiðið hevur avgjørt verið áhugavert og upplýsandi, sigur Sóley Danielsen.

Tuberkla felagsmynd (Mynd: Tjóðasavnið)

Vónin við sjónleikinum, TUBERKLARNIR, er nettupp at geva áskoðarunum hesa somu læruríku og innihaldsríku mentanaruppliving, men bert 25 áskoðarapláss eru til hvørja sýning, og ein skal kvika sær, um ein vil tryggja sær atgongumerki: 

- Atgongumerkjasølan byrjaði í gjár, men tað er longu við at verða útselt til allar sýningarnar, sigur Sóley Danielsen og greiðir frá, at møguliga skipa tey fyri eini eykasýning.

Sjónleikurin, TUBERKLARNIR, verður sýndur tvær ferðir leygardagin, 30. mars og somuleiðis tvær ferðir sunnudagin, 31. mars. Sýningarnar eru klokkan 15:00 og klokkan 17:00.