Djordjevic flytur í Gundadal

Seinnapartin skrivaðu Filip Djordjevic og B36 undir sáttmála

B36.fo
19. desember 2024 kl. 21:17

Filip Djordjevic fer at spæla fyri B36 í 2025. Sáttmálin var undirskrivaður seinnapartin.

- Eg fari spentur undir hesa uppgávuna. B36 er eitt spennandi felag, og tað eru við fullari orku, at eg fari at geva mítt íkast, sigur hann.

Álopsspælarin verður 31 ár í mars og hevur drúgvar royndir í bestu deildini. Hann hevur fyrr spælt fyri KÍ, Víking, ÍF, TB og EB/Streym, og hann er skrásettur fyri fleiri enn 400 dystir í fremstu røð.

Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjari, sigur, at við hesari undirskriftini legst afturat við spennandi álopsførleikum.

- Vit eru í holt við at seta saman ein ungan og spennandi hóp, og í tí arbeiðinum er neyðugt við royndum spælarum sum Filip. Við sínum serliga bóltførleika og góða fótbóltshugflogi er hann millum teir mest undirhaldandi spælararnir í føroysku kappingini, og hann fer av tí sama eisini at fjøltátta álopsspælið, sigur hann.

Teir báðir arbeiddu eisini saman í EB/Streymi í 2022. Filip dylur ikki fyri, at hann treivst væl undir Jákup Martini ta ferðina.

- Hann er greiður í sínum samskifti og krøvum, og hann er ein høvuðsorsøk til, at eg taki hetta stigið, sigur Filip Djordjevic.

Djordjevic er fimti spælarin, sum hevur flutt til B36 í vetur. Hinir eru Heini Vatnsdal, Ragnar Samuelsen, Jóhann H. Joensen og Bergur Poulsen.