Tað eydnaðist ikki Nick Kyrgios at basa Novak Djokovic í Wimbledon finaluni, og Novak Djokovic kann nú kalla seg grand slam meistara fyri 21. ferð.
Hóast Kyrgios kom best frá byrjan og vann fyrsta sett 6-4, megnaði Djokovic at halda høvdið kalt og koma við aftur í dystin.
Samstundis sum at Djokovic menti seg mentalt, gekk skeivan vegin hjá Kyrgios, og í triðja setti gekk heilt galið, tá ein kvinna millum áskoðararnar hevði gjørt ov nógv burtur úr at tosa, og hetta fekk øði í Kyrgios, sum kravdi, at dómarin fekk kvinnuna ”sum sær út sum hon hevur drukkið 700 sjussar” út úr leikvøllinum.
Hóast Kyrgios helt fram at serva væl, gekst spælið ikki eins væl aftur og í fyrsta setti, og tá komið varð út í tiebreak í fjórða setti, kundi Djokovic trygt spæla seg til meistaraheitið við úrslitinum 6-4 3-6 4-6 6-7(3-7).
Hetta er fjórðu ferð á rað, at Djokovic vinnur Wimbledon, og hann hevur nú ikki færri enn sjey Wimbledon meistaraheiti, ið er eins nógv og Pete Sampras og eitt minni enn Roger Federer.