Djokovic tikið seg úr US Open

Leikskráin fyri US Open er nú klár, og Novak Djokovic telist ikki millum teir 128 leikararnar, ið standa í leikskránni. Djokovic hevur nú sjálvur boðað frá, at hann hevur tikið seg úr kappingini

Novak Djokovic gjørdist nummar 2 til US Open í 2021. Mynd: EPA
Steinar Patursson
26. august 2022 kl. 14:30

Tað er nú heilt greitt, at Novak Djokovic verður ikki at síggja á US Open, sum fer av bakkastokki mánadagin.

Djokovic hevur sjálvur boðað frá á sosialum miðlum, at tað fer ikki at bera til hjá honum at ferðast til New York at luttaka í kappingini, sum hann hevur vunnið tríggjar ferðir, og Djokovic hevur tí tikið seg úr kappingini.

Tað hevur leingi verið greitt, at tað var ivasamt, um Djokovic fór at sleppa til USA at vera við í US Open, men tað er ikki fyrr enn nú, at hann loksins hevur boðað frá, at so verður ikki.

Hóast US Open fyriskipararnir ikki hava leiðreglur fyri koppsetingarstøðu og luttøku, ber ikki til hjá útlendskum ríkisborgarum at koma inn í USA uttan covid-19 koppseting.

Djokovic misti eisini Australian Open í januar mánaði orsakað av vantandi covid-19 koppseting. Djokovic var í French Open, har hann tapti í fjórðingsfinaluni móti Rafa Nadal, ið endaði við at gerast meistari enn einaferð, og ”einasta” grand slam kapping, ið Djokovic tí hevur vunnið í ár, var í Wimbledon í august, har hann sigraði á Nick Kyrgios í finaluni.

Av tí at Djokovic ikki hevur loyvi at sleppa inn í USA, hevur hann tí heldur ikki tikið lut í øðrum amerikanskum kappingum – hvørki Masters kappingunum í Indian Wells og Miami í vár, og heldur ikki í upptaktskappingunum til US Open nú í august.

 Støðan kemur illa við hjá Djokovic, sum altso ikki fær høvið at leggja seg javnt við Rafa Nadal yvir flest grand slam meistaraheiti. Nadal hevur vunnið ikki færri enn 22 grand slam kappingar, meðan Djokovic kom upp á 21 við Wimbledon meistaraheitinum í ár.

Djokovic hevur áður greitt frá, at tað er eitt mál hjá honum at vera tann maðurin við flest grand slam meistaraheitum.

Tað hevur kortini heldur ikki gingið heilt eftir vild hjá Djokovic í US Open seinastu árini. Síðan hann vann kappingina í 2018, mátti hann trekkja seg í fjórða umfari í 2019 við skaða í økslini. Í 2020 varð Djokovic sendur heim í fjórða umfari, eftir at hann í illsinni hevði sligið ein bólt, sum rakti ein linjudómara. Í 2021 megnaði Djokovic at spæla seg í finaluna, har hann kortini tapti móti russiska Daniil Medvedev, ið sostatt eisini vann sítt fyrsta grand slam meistaraheiti.

Fyriskipararnir handan US Open hava boðað frá, at ein sokallaður lucky loser verður drigin úr taparunum í undakappingini at taka hansara pláss.