Fyrireikararnir handan Wimbledon hava nú gjørt greitt, at Novak Djokovic sleppur at verja Wimbledon meistaraheitið í summar.
Tað hevur verið ivasamt, um 34 ára gamli Novak Djokovic fór at sleppa at luttaka á Wimbledon orsakað av vantandi koronukoppseting, og vantandi koronukoppsetingin forðaði eisini Djokovic frá at luttaka á Australian Open fyrr í ár.
Men All England Lawn Tennis Club, sum skipar fyri Wimbledon, hevur nú gjørt greitt, at av tí at koronukoppseting ikki er krav fyri at sleppa inn í Stórabretland, verður koppseting heldur ikki krav fyri luttøku á Wimbledon.
- Av somu orsøk, hóast tað sjálvandi verður tilmælt, er tað ikki eitt krav fyri luttøku, segði Sally Bolton, stjóri í All England Lawn Tennis Club sambært BBC.
Av tí at Djokovic ikki slapp at luttaka á Australian Open, misti hann so nógv stig á ATP styrkilistanum, at hann fyribils misti fyrsta plássið til russiska Daniil Medvedev.
Medvedev misti kortini sjálvur fleiri stig nakrar vikur seinni, soleiðis at Novak Djokovic aftur í dag liggur á fremsta plássi.
Novak Djokovic hevur vunnið Wimbledon seks ferðir: í 2011, 2014, 2015, 2018, 2019 og í 2021, har hann vann á italska Berrettini í trimum settum.
Federer ikki klárur til Wimbledon
Hóast Novak Djokovic hevur fingið grønt ljós at luttaka til Wimbledon, so verður Roger Federer kortini ikki til reiðar.
Federer, ið eigur metið fyri flest Wimbledon meistaraheiti – sum er átta ferðir – hevur ikki spælt nakra kapping síðan Wimbledon í fjør, tá hann tapti í fjórðingsfinaluni.
Federer er skorin í bæði knøini tvær ferðir, og eftir øllum at døma er hann ikki komin nóg langt í rehabiliteringini, til at hann kann luttaka í Wimbledon, sum byrjar 27. juni.
Federer hevur kortini gjørt greitt, at hann ætlar at taka lut bæði í Laver Cup í London í september og í heimbýarkappingini Basel Open í oktober mánaði.