Líkt er til, at Novak Djokovic kann verða útihýstur frá Australian Open, tá australska grand slam kappingin verður hildin komandi januar mánaða.
Daniel Andrews, forsætisráðharri fyri lokalstjórnina í Victoria í Australia hevur gjørt greitt, at hann væntar, at tað verður krav, at leikararnir skulu vera koppsettir fyri koronu, skulu teir taka lut í Australian Open, sigur heimasíðan Tennis365.
Novak Djokovic er ein teirra, ið allatíð hevur gjørt greitt, at hann hevur ongar ætlanir um at lata seg koppseta.
Navnið Novak Djokovic er annars sammerkt við Australian Open, tí hann hevur vunnið kappingina heili níggju ferðir, ið er fleiri ferðir enn nakar annar.
Umframt Djokovic hava eisini nýklakti US Open vinnarin og hálvfinalisturin til Australian Open í fjør Daniil Medvedev; og US Open finalisturin frá í fjør, Sasha Zverev, gjørt greitt, at teir eru ivingarsamir um koronukoppsetingina.
Eisini Stefanos Tsitsipas gjørdi í august mánaði greitt, at hann hevði ikki ætlanir um at lata seg koppseta, uttan so at tað gjørdist krav fyri at luttaka á ATP tourinum. Har er kortini vent í holuni, tí nú hevur hann boðað frá, at hann letur seg koppseta áðrenn ársenda fyri at fáa tey frælsini, ið fylgja við fullari koppseting.
Eisini hjá kvinnunum eru spurningar um luttøku frá teimum innan topp 10. Bæði Elina Svitolina og Aryna Sabalenka hava gjørt greitt, at tær eru óttafullar um koppsetingina, og útlitini til eitt Australian Open við skerdum leikaratali hevur noytt formannin fyri Tennis Australia at fara í samráð við stjórnina í Victoria.
Í løtuni er kortini líkt til, at kravið um koppseting verður verðandi.
Hetta er heldur ikki fyrstu ferð, at Novak Djokovic er komin í trupulleikar undir koronutíð. Í juni mánaði í fjør skipaði Djokovic fyri framsýingarkappingini Adria Tour í Serbia og í Kroatia. Kappingin hevði óvanliga linar koronureglur, eingi tilmæli ella reglur vóru um frástøðu fyri hvørki leikarar ella áskoðarar, og leikararnir sóust eisini spæla kurvabólt saman í frítíðini.
Úrslitið gjørdist, at Grigor Dimitrov, Borna Coric, Viktor Troicki og Djokovic sjálvir fingu allir staðfest smittuna.
Somuleiðis gjørdust konurnar hjá Djokovic og Troicki eisini sjúkar, umframt venjarin hjá Djokovic, Gora Ivanisevic.