Nú klokkan sjey í kvøld byrjar Indian Wells kappingin í harratennis í Kalifornia, og sum væntað er eitt av størstu nøvnunum, ið ikki er at síggja í leikaralistanum.
Tað er Novak Djokovic, ið hevur tikið seg úr kappingini beint fyri kappingarbyrjan, og orsøkin er tann, at Novak Djokovic er ikki koppsettur.
Hóast Djokovic stóð á leikaralistanum í gjár, krevur USA, at allir útlendingar skulu vera koppsettir, áðrenn teir sleppa inn í USA, og tí hevur hann tikið sær út kappingini, áðrenn hon byrjar nú í kvøld.
Hetta merkir samstundis eisini, at Grigor Dimitrov flytir fram á plássið hjá Djokovic, og ein sokallaður Lucky Loser – ein, ið varð sligin út í undankappingini – sleppur inn á plássið hjá Dimitrov.
Tað kemur tó ikki óvart á hvørki Djokovic ella nakran annan, at hann hevur verið noyddur at taka seg úr kappingini, tí Djokovic hevði frammanundan gjørt greitt, at um vantandi koppsetingarstøða hansara fór at gera seg inn á førleikarnar at kappast, so mátti tað vera harvið.
- Prinsippini at taka avgerðir um mín egna kroppe ru týdningarmiklari enn nakar sigur ella nakað annað, segði Djokovic við BBC farna mánaða.
Djokovic misti herfyri fremsta plássið á altjóða styrkilistanum til russiska Daniil Medvedev, millum annað tí at Djokovic ikki kundi kappast í Australian Open orsakað av koppsetingarstøðu hansara.
Djokovic missir kortini ikki nøkur stig á styrkilistanum av ikki at vera partur av Indian Wells, einfalt tí hann hevur eingi stig at verja frá kappingini. Seinast Djokovic kappaðist í Indian Wells, var í 2019.
Hinvegin kann Djokovic fáa fyrsta plássið á styrkilistanum aftur, um Medvedev ikki røkkur í minsta lagi fjórðingsfinaluna í Indian Wells, eins og hann gjørdi í fjør. Medvedev tapti tá móti ongum øðrum enn Grigor Dimitrov.
Sama skilið ger seg galdandi í Miami Open, sum byrjar mánadagin 21. mars. Seinast Djokovic tók lut í Miami Open var í 2019, meðan Daniil Medvedev var við í 2021, har hann varð sligin út í fjórðingsfinalunum.
Í grundini hevur Djokovic heilt fá stig at verja, fyrr enn Monte Carlo Open fer av bakkastokki leygardagin 9. apríl. Djokovic var við í Monte Carlo Open í fjør, har hann púra óvæntað tapti móti Dan Evans í triðja umfari í kappingini.
Medvedev hevur hinvegin eingi stig at verja og bert stig at vinna í Monte Carlo, tí í fjør mátti hann taka seg úr kappingini, áðrenn hon byrjaði, tí at hann fekk staðfest koronu stutt fyri kappingarbyrjan.