Djokovic basti Tsitsipas: French Open finala við fimm settum

Tsitsipas legði hart út og tók tvey fyrstu settini. Men sum so ofta fyrr gravaði Djokovic djúpt í mentalu goymslurnar og vendi gongdini, soleiðis at hann kundi vinna sína grand slam nummar 19

Steinar Patursson
14. juni 2021 kl. 11:51

Seinnapartin í gjárvann Novak Djokovic French Open fyri aðru ferð, eftir at hann koppaði Stefanos Tsitsipas í fimm settum.

Tsitsipas legði út við hørðum servum í fyrsta setti, og hevði samstundis eisini eitt høgt feilprosent á fyrstu servu. Djokovic valdi hinvegin tryggu leiðina, og tað var ikki fyrr enn í triðja servupartíi hjá Djokovic, at Tsitsipas tók eitt stig frá einari Djokovic servu. Tað var kortini Tsitsipas, ið hevði størri ætlanir og sum var munandi meira energiskur í fyrsta setti, sum hann vann eftir ein tie-breakara.

Tsitsipas legði eisini hart út í øðrum setti, og at síggja til hevði Djokovic ikki nakað svar til reiðar. Tsitsipas stýrdi spælinum við gróthørðum forhondsspæli og vann settið 6-2.

Men sum Djokovic er kendur fyri, fór hann djúpt niður í mentalu goymslurnar, tá harðast stendur á. Millum annað og triðja sett bað Djokovic um at fáa ein vesisteðg, og hann fór síðani oman í skiftirúmið.

Tað var ein taktisk góð avgerð hjá Djokovic at biðja um steðgin, tí hann kom aftur á vøllin sum ein annar leikari. Djokovic fór málrættaður eftir bakhondini hjá Tsitsipas við høgum sløgum við nógvari toppskrúvu, og hann megnaði at bróta servu til 3-1. Nú var settið bert ein avgreiðsluspurningur, og Djokovic gjørdi eisini greitt og vann triðja sett 3-6.

Nú var Djokovic heitur, og hann helt eisini fram, har hann slepti í triðja setti. Fjórða sett gekk skjótt, og eftir bert 35 minuttir hevði Djokovic vunnið settið 2-6.

Javnvágin í dystinum var nú skift, og Djokovic átti greiðan fyrimun. Djokovic breyt servu til 1-3, og nú gjørdist greitt, at hóast Djokovic er 11 ár eldri enn Tsitsipas og júst hevði spælt ein beinharðan dyst móti Nadal í semifinaluni, so hevði hann størri orku enn ungi grikkin. Beinini hjá Tsitsipas vildu ikki heilt tað sama, sum høvdið, hóast hann stríddist sum ongantíð fyrr.

Tsitsipas hevði kortini ikki tað, ið skuldi til fyri at basa Djokovic, sum eisini vann sítt egna servupartí til 4-6 og harvið eisini kappingina.

French Open sigur 2021 er grand slam sigur nummar 19 hjá Novak Djokovic, og hann er sostatt bert ein sigur aftan fyri bæði Nadal og Federer, ið hava vunið 20 hvør.

Sigurin merkir eisini, at Novak Djokovic er einasti maður, ið hevur megnað at vunnið allar grand slam kappingarnar tvær ferðir.

Djokovic er nú komin hálvan vegin at vinna alla grand slam kappingarnar í ár. Australian Open varð avgreidd í februar, og nú kom eisini French Open upp á pláss. Men spurningurin er, hvørji útlitini eru fyri at vinna Wimbledon.

Orsakað av koronu, varð French Open útsett í tvær vikur, og nú eru bert tvær vikur, til Wimbledon fer av bakkastokki. French Open hevur verið ein langur og harður umgangur fyri Djokovic, og tí er ivasamt, hvørt hann fer at vera heilt til reiðar, tá spælast skal á grasi fyri fyrstu ferð í tvey ár.