Novak Djokovic var í gjár at síggja aftur á einum tennisvølli fyri fyrstu ferð í ár, tá hann vann 6-3 6-3 á unga italienaranum Lorenzo Musetti í kappingini í Dubai.
Djokovic, sum vann sín fyrsta sigur í ár, hevur ikki verið at sæð, síðan hann varð sendur heim úr Australia upp undir Australian Open.
- Samanumtikið var hetta ein sigur við tveimum settum upp á rað, so eg kann ikki annað enn at vera nøgdur við mítt tennis, segði Djokovic til tíðindafundin eftir dystin og legði aftrat, at hetta var fyrsti dystur hansara í næstan tríggjar mánaðir.
Djokovic fekk eisini dyggan stuðul frá fleiri, ið sótu millum áskoðararnar. Fleiri ferðir varð rópt ”Nole, Nole” úr áskoðaraplássunum, og onkur hevði eisini eitt flagg við áskriftini #WeStandWithNovakDjokovic, sum uttan iva sipar til orrustuna millum Djokovic og australsku myndugleikarnar yvir koppsetingarstøðuna hjá Djokovic.
Hóast Djokovic telist millum leikararnar í Dubai, er ikki greitt, hvussu kalendarin fer at síggja út frameftir. Summar kappingar, teirra millum Indian Wells, hava boðað frá, at leikarar, starvsfólk og áskoðarar skulu øll vera fult koppsett, meðan tað er ógreitt við øðrum kappingum.
Novak Djokovic gjørdi fyri stuttum greitt, at um koppseting gjørdist krav til Wimbledon og French Open, hevur hann ikki í hyggjuni at taka lut í teimum kappingunum, hóast hann er verandi meistari í báðum.