Tað er nú greitt, at tað verða Novak Djokovic og Stefanos Tsitsipas, sum sunnumorgunin skulu spæla um meistaraheitið í Australian Open.
Báðar hálvfinalurnar vórðu avgreiddar í morgun, har Djokovic spældi móti amerikanska Tommy Paul, meðan Tsitsipas spældi móti russiska Karen Khachanov.
Fyri Djokovic var talan mest um ein avgreiðsluspurning, og hann fullkomiliga jarðlegði mótstøðumannin í trimum settum við settúrslitunum 7-5 6-1 6-2. Djokovic hevur higartil bert tapt eitt sett á veg móti finaluni, og tað var í øðrum umfari í dystinum móti Couacaud.
Talan hevur verið um ein Djokovic í toppformi hesa kappingina, og tað er eingin ivi um, at hann er stórfavorittur til at vinna sunnumorgunin, tá hann hevði møguleika at vinna sítt 22. Grand slam meistaraheiti og harvið eisini leggja seg ájavnt metinum hjá Rafa Nadal, sum hesaferð varð sligin út longu í øðrum umfari.
Leiðin hjá Tsitsipas til finaluna hevur ikki verið eins sannførandi og tann hjá Djokovic, og hetta verður bert onnur grand slam finalan, sum Tsitsipas hevur rokkið higartil.
Fyrru ferð var French Open finalan í 2021, sum hann tapti móti ongum øðrum enn Novak Djokovic.
Tað verður altso ein torførur dystur hjá Tsitsipas móti Djokovic, sum við sigrinum móti Tommy Paul setti met fyri flestar dystir vunnar á rað til Australian Open. Hetta metið er altso 27 dystir, og seinast Novak Djokovic hevur tapt ein dyst í Australian Open er í 2019.
Novak Djokovic liggur í løtuni nummar tvey á ATP styrkilistanum, meðan Tsitsipas liggur nummar trý, og við teimum 1000 stigunum, ið fáast av at vinna eina grand slam finalu, kann vinnarin av dystinum sunnudagin eisini erpa sær av at vera nummar eitt á ATP styrkilistanum.