Herfyri kunngjørdi Disney-felagsskapurin, at hann var farin undir fyrirekingar til sína egnu heimsumfatandi stroymi-tænastunu á netinum í stíl við Netflix og líknandi.
Frammanundan fráboðanini var illgruni um, at Disney var farið í holt við slíka nettænastu, tí avtalur um filmar og røðir hjá Disney ikki blivu longdar við aðrar rásir. Og sambært Disney verður hendan so klár komandi ár.
Í dag almannakunngjørdi Disney, at tað er farið undir veruligar samráðingar við 21st Century Fox um at keypa stórar partar av fyritøkuni. Talan er um Fox Broadcasting sjónvarps- og útvarpsstøðir, Fox News, Fox Business, FS1, FS2 og Big Ten Network. Uppleggið til kostnað er 52,4 milliardir dollarar, ella tað, sum svarar til 332 milliardir krónur. Nógv av tí, sum 21st Century Fox undirdeildirnar framleiða, og sum Disney altso ætlar sær at keypa, kann brúkast á komandi stroymitænastuni hjá stóra undirhaldsrisanum.
Fráboðanin hjá Disney kann lesast HER